Vit vilja hava ljós í fleiri hús. Tinglimir í samgonguni siga, at í roynd og veru er tað hetta, sum er endamálið við uppskotinum hjá landsstýrinum um, at nú skulu kommunur fáa heimild til at leggja avgjøld á tóm hús.
Í samgnguni kalla tey hetta gjaldið fyri eitt tænastugjald, tí gjaldið skal dekka tær útreiðslur, kommunan hevur av at veita tómum húsum, ymsar tænastur, vatn, kloakk, tilbúgving, og annað.
Her verður serliga hugsað um tey tómu húsini, har eigarin býr í eini aðrari kommunu, og sostatt ikki rindar skatt í kommununi, har tað tóma húsið er.
Men tænastugjaldið ikki verða ein inntøkukelda hjá kommununi, tí tað skal ikki vera hægri enn útreiðslurnar eru. Tey hava roknað út, at hevði tað verið í gildi í ár, hevði tað verið 673 krónur um mánaðin.
Endamálið er at eggja teimum, sum eiga hús, sum annars standa tóm, til antin at leiga tey út til fólk at búgva í, ella til at selja tey til onkran, sum vil búgva í teimum.
Tað er ein stórur trupulleiki fleiri staðni, at tað eru so nógv hús, sum standa tóm. Í summum býgdum stendur yvir helvtin av húsunum tóm.
Tilsamans standa 2.500 hús tóm kring landið og tinglimir halda, at tað er ein trupulleiki, tí samstundis hava vit eina stóra bústaðarneyð.
Ella sum ein tinglimir orðaði seg: Endamálið er at fáa ljós í fleiri hús so at fleiri bygdir ikki enda sum spøkilsisbygdir.
Sum heild er undirtøka fyri ætlanini, men tað er væl trúligt at onkrar broytingar fara at gera gjørdar, tí tinglimir, bæði í samgongu og í andstøðu, hava nógvar spurningar, sum tey vilja hava svar upp á.
Í Fólkaflokkinum halda tinglimir, at hetta er fyrsta stigið til ognarskatt í Føroyum, og at hetta er ein glíðbreyt, har vit fáa fleiri avgjøld sum frálíður.
Men tað afturvísa bæði landsstýrið og tinglimir. Tey vísa á, at hetta er ikki eitt avgjald fyri eina ogn, har rindað verður eftir virðinum á ognini. Hetta er eitt gjald fyri tær tænastur ein ogn eingin býr í, fær, og tað er ein himmalvíður munur á.
Men her eru annars nakrir spurningar, tinglimir hava:
1. Avgjaldið er ein miðal útreiðsla, kommunan hevur av teimum tænastum, tey hava til hús. Tað merkir, at fer kommunan undir eina nýggja útstykking, eru stórar útreiðslur av at leggja vatn og kloakk til grundstykkini. Skulu tey hús, sum longu eru í bygdini so eisini rinda ein part av tí, og fer tænastugjaldið at hækka av teirri orsøk.
2. Talan kann vera um eigarar, sum eiga tvey hús í somu kommunu. Skulu teir so eisini ringja tænastugjald av húsinum, sum stendur tómt, hóast teir longu frammanundan rinda skatt í kommunin?
3. Í nógvum kommunum eru fleiri bygdir og býir, og tað kann vera stórur munur á, hvussu góð tænastan er í teimum ymsu bygdunum. Eitt dømi, sum varð nevnt, er, at kavaruddingin er kanska ikki tann sama í Hesti, sum hon er í Havn. Men kann ein kommuna gera mun á, hvussu stórt tænastugjaldið skal vera á ymsum plássum í ein kommunu, tí plássini eru so ymisk?
4. Kann ein kommuna eisini leggja tænastugjald á hús, sum eru so vánalig, at tað í roynd og veru ikki er búgvandi í teimum?
Onkur tinglimir heldur, at hetta avgjaldið fer neyvan at fáa fólk at flyta út á bygd. Tvørtur ímóti kann tað vera við til at avtofta eina bygd.
Nógvar bygdir eru smáar og bygdarfólkið eru ofta komin upp í árini. Tað, sum bjargar mongum bygdum er, at fólk, sum búgva aðrastaðni, koma til bygdina í eini hús, tey hava keypt, ella arvað, og hjálpa til at hoyggja, reka og fletta.
Tað eru eisini nógv, sum eiga hús á smápláss, tí tey sleppa ikki av við tey - og tað fer at vera upp aftur verri, verður avgjald lagt á tey.
Tinglimir halda eisini, at avleiðingin verður, at hús bara fara at verða leigað út til ferðafólk fyri at eigarin kann fáa inntøku fyri húsini, so at hann fær ráð at rinda avgjaldið. Talan kann eisini vera um hús, sum fólk hava arvað og har avgjaldið kann verða ein fíggjarlig byrða.