Ongi úrslit

Nú skulu vit hava okkara egna tignarmerki at heiðra úrmælingar við

Sólja í Ólavsstovu, forkvinna í nevndini, handar Beini Johannesen, løgmanni, álitið um eitt førosykt tignarmerki til fólk, sum skara framúr
Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Í nøkur ár hevur verið arbeitt við at vit í Føroyum skulu hava okkara egna, serliga heiðurstekn at handa fólki, sum skara fram úr.

Tað hava tey alla aðrastaðni og tað var hildið at vera eitt sindur fátæksligt, at vit ikki eisini høvdu tað, ístaðin fyri at føroyingar bara kunnu fáa donsk, og onnur útlendsk heiðurstekn.

Tí varð ein nevnd sett at gera eina skipan við einum føroyskum heiðursmerki, og nú á sjálvum flaggegnum, handaði nevndin løgmanni, Beini V. Johannaesen, eitt álit um eina føroyska heiðursmerkja-skipan.

Í nevndini sótu Sólja í Ólavsstovu, forkvinna, fyrrverandi Løgtingsins umboðsmaður, Jóan Pauli Joensen, professari, fyrrverandi rektari á Fróðskaparsetri Føroya, Dan M. Knudsen, fyrrverandi ríkisumboðsmaður og Urd Johannesen, mentanarsamskipari í Runavíkar Kommunu. Durita Lamhauge Jóansdóttir var skrivari hjá nevndini.

Tey skjóta upp, at talan skal vera um eitt tignarmerki, sum kann handast føroyingum, og útlendingum, sum hava avrikað nakað heilt serstakt fyri føroyska samfelagið. Talan kunnu vera um bæði einstøk avrik ella um lívsverk yvir langt tíðarskeið.

Tað er løgmaður sum tilnevnir teir persónar, sum mettir verða at hava uppiborið tignarmerki.

Áðrenn løgmaður tekur endaliga støðu til, hvør skal fáa tignarmerki, skal hann hava fingið eitt tilmæli frá tignarmerkjanevndini, sum verður sett til endamálið.

Soleiðis sær tignarmerki út sum Edward Fuglø hevur teknað. Vinstra myndin er forsíðan, høgra myndin er baksíðan

Tignarmerkjanevndin eigur at verða sett saman av kvinnum og monnum, sum umboða alt føroyska samfelagið, sum eru politiskt óheft, sum er saklig og sum ikki umboða nakran annan enn seg sjálvan.

Nevndarlimir eiga ikki at sita í Løgtingi, landsstýri ella kommunustýri. Tey eiga at hava hollar lívsroyndir, stórt trúvirði, vera alment vird og hava innlit í, hvat rørist ymsastaðni í føroyska samfelagnum og millum fólk.

Tá ið ein tíð er farin, skal havast í huga at velja fólk, sum sjálvi hava fingið tignarmerki, í nevndina. Hava fólkini í nevndini áður fingið tignarmerki, er tað ein álitisváttan og viðurkenning frá landinum og sostatt verða tey mett at vera skikkað til at sita í tignarmerkjanevndini.

Hóskandi er, at formansskapurin í Løgtinginum kemur við einum samdum tilmæli til fyrstu tignarmerkjanevndina at leggja fyri løgmann til endaliga støðutakan.

Á listanum eiga at standa minst tvær ferðir so mong fólk, sum løgmaður skal tilnevna.

Tá ið fyrsta tignarmerkjanevndin er sett, eigur hon sjálv at koma við einum samdum tilmæli til løgmann um nýggjar nevndarlimir.

Tað er hóskandi fyri føroysku tignarmerkjanevndina at hava fýra nevndarlimir, tvey mannfólk og tvey konufólk.

Nevndin heldur, at tignarmerki skal handast í Tinganesi har tað yvirhøvur ber til og tey halda, at 1. januar er ein hóskandi dagur.

– Hesin dagur er súmbolskur við at vera fyrsti dagurin í nýggja árinum. Vanliga er hesin dagur sera friðarligur bæði hjá løgmanni, fólki flest og miðlum. Hetta kundi givið rúm fyri eini hátíðarligari handan og móttøku aftaná, sum sømir seg at fyriskipa fyri teimum persónum, sum fáa handað tignarmerkið, sigur nevndin.

Saman við tignarmerkinum eigur móttakarin at fáa eitt heiðursbræv, sum er undirritað av løgmanni. Heiðursbrævið váttar heiðurin og hevur til endamáls at staðfesta tann serliga týdning, sum liggur í heiðrinum, og at lýsa í stuttum, hví viðkomandi hevur gjørt seg verdan til at fáa Tignarmerki Føroya

Fólk, sum eru dømd fyri álvarsamt lógarbrot ella á annan hátt fremja virksemi, ið gongur ímóti teimum virðum, sum heiðurin umboðar, kunnu ikki fáa tignarmerkið.

Og somuleiðis kann løgmaður, eftir at hava hoyrt tignarmerkjanevndina, taka tignarmerkið aftur frá fólki um tey fremja virksemi, ið hevði útilokað tignarmerki.

Nevndin sum hevur fyrireikað skipanina við einum føroyskum tignarmerki, skrivaði út eina hugskotskapping um, hvussu tað skuldi síggja út.

Í dómsnevndini sótu løgmaður, løgtingsforkvinnan, ein gullsmiður, eitt umboð fyri Tjóðsavnið, eitt umboð fyri Listasavn Føroya og forkvinnan í nevndini, Sólja í Ólavsstovu.

Dómsnevndin valdiuppskotið, sum listamaðurin, Edward Fuglø, hevði teknað, og nevndin, sum handaði løgmanni álitið, mælir til at hetta verður Tignarmerki Føroya.

 Soleiðis greiðir listamaðurin frá um listaverkið.

(1) Bókstavurin sjálvur er reyður og settur saman av tveimum drekastevnum umboðandi siglandi tjóðina, bátasmíð og handverk. Bókstavurin er eisini ein greipa og umboðar fiskivinnuna.

(2) Fiskaeygað er sum eitt bundið eyga og myndar bindikynstur og sniðgeving. Á liðini sýnir bókstavurin eitt flogfar og er tá saman við stevnunum ímynd av samferðslu. Ornamentini við bláum stelkum og bløðum, sum grógva úr „F-inum, eru prýdd við súmbolum.

(3) Rúnin F sipar til forna mentan og skaldskap.

(4) Sóljan, tjóðarblóman, umboðar náttúru og umhvørvi.

(5) Eldru teknini, krossur, hjarta og akker, umboðandi trúgv, vón, og kærleika, mynda kirkju og kristnitrúgv.

(6) Tannhjólið ímyndar mekanikk og malandi samfelagshjól.

(7) Fibonacci snyrilin sýnir frymil fyri gylta sniðið, støddfrøði og onnur vísindi og sæst aftur ymsastaðni í skapanarverkinum, í stórum stjørnubreytum sum í lítlum kúvingum við sjóvarmálan.

(8) Atomið er grundleggjandi í evnafrøði.

(9) Nótin umboðar tónleik og sang.

(10) Paragraffteknið umboðar lógarverk, lóg og landaskil.

(11) Lítli træhesturin, føroysk barnaleika frá víkingatíð, umboðar barnið og tess uppaling, námsfrøði og skúlaverk.

(12) Arvastrongurin umboðar lívfrøði, læknavísindi og heilsuverk.

(13) PI-teknið er grundleggjandi í støddfrøði.

(14) Jarðarkúlan sýnir Føroyar í altjóða og talgilda heiminum, bóltin og ítróttina.

(15) Reyða eldtungan úr skjaldrarmerkinum myndar málið, munnborna mentan og skaldagávur umframt treytaleysa verju av landi og fólki við styrki og vísdómi.

Við hesum skal Tignarmerkið sýnast tignarligt, tíðarleyst og hugvekjandi.

Mest lisið hesa vikuna

Halda at tað er pallsett

22. apríl kl. 18:30

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

22. apríl kl. 11:50

Skulu vit hava fólkaræði ella teknokrati?

23. apríl kl. 10:23

Fer at kanna møguleikan fyri at byggja eitt nýtt Løgtingshús

24. apríl kl. 08:39

Havnargentur eru danmarksmeistarar í íverkseting

21. apríl kl. 14:30

Ikki eiti á samgongubyrjan - 20 milliónir markaðar til bileigarar

23. apríl kl. 00:18