Ongi úrslit

Havnargentur eru danmarksmeistarar í íverkseting

Áki Bertholdsen
5 tímar síðan

Bólkurin, SjóGló úr Eysturskúlanum í Havn hevur í dag vunnið DM í íverksetan í Kolding. Sostatt eru tær danmarksmeistari í íverkseting fyri fólkaskúlanæmingar úr 8.–10. flokki.

Kappingin savnar næmingar úr Danmark, Grønlandi og Føroyum og leggur dent á nýhugsan, burðardygd og altjóða sjónarmið.

Luttakararnir skulu eisini vísa, hvussu verkætlanirnar samsvara við heimsmálini hjá ST fyri burðardyggari menning.

SjóGló hevði frammanundan gjørt vart við seg við at vinna SkúlaFM 2026, sum Íverksetarahúsið skipar fyri í samstarvi við Mentamálaráðið.

Vinnandi verkætlanin byggir á at gera vitaminir burtur úr fiskaskræðu og harvið gagnnýta føroyska rávøru til eina nýggja, virðismikla og burðardygga vøru.

Danska dómsnevndin legði dent á, at framleiðislan hjá SjóGló er sera tíðarhóskandi, væl ment og roynt.

Eisini søgdu dómararnir, at tær vóru sera djarvar at fara í holt við eina so stóra verkætlan, uttan nakrar royndir frammaundan.

Og tí vunnu tær eisini meistaraheitið

Bólkurin er mannaður við næmingum úr 9. flokki í Eysturskúlanum: Nikolina Flora Højgaard Kristjansdóttir, Bjørk Dánjalsdóttir Absalonsen, Elin Joensen og Heiðrun Torbjørnsdóttir Lisberg.

Lærarar eru Asta Eystursdal Nielsen og Johann J. Petersen.

Hetta vísir, hvussu væl føroyskum íverksetaranæmingar duga og tað vísir, at føroyskar loysnir kunnu gera mun - eisini altjóða.

Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

21 tímar síðan

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

11 tímar síðan

Tað er brot á mannarættindini

16. apríl kl. 13:47

Nógv havnarfólk hava havt vitjan av løgregluni í nátt

16. apríl kl. 07:41

Haldi tykkum burtur

17. apríl kl. 20:02