Ongi úrslit

U17 verður til U18

Fyrst og fremst er hetta eftir ynski frá feløgunum

FSF/Hans Erik Danielsen
2 tímar síðan

Kappingarnevndin hjá FSF hevur avgjørt, at í 2026 verður U17 kappingin við dreingjum broytt til U18, og fer í ár at fevna um árgangirnar 2008, 2009 og 2010,

– Fyrst og fremst er hetta eftir ynski frá feløgunum, samstundis sum vit vænta og vóna, at fleiri av dreingjunum, ið annars høvdu hildið uppat við fótbóltinum aftaná U17, nú halda fram í øllum føri eitt ár afturat.

– Tað vísir seg nevniliga, at fráfallið er stórt aftaná U17, og tí gongdini ynskja vit at venda. Vónandi fær hetta eisini fleiri feløg at taka lut í U18 dreingjum, í mun til undanfarin ár í U17.

Soleiðis sigur tekniski stjórin í Fótbóltssambandi Føroya, Jonas Nielsen, í sambandi við at kappingarnevndin hjá FSF hevur tikið avgerð um, at í 2026 verður U17 aldursbólkurin hjá dreingjum víðkaður við einum árgangi, og verður í ár skipað sum U18.

Tað merkir heilt ítøkiliga, at U18 deildin hjá dreingjum í 2026 fer at fevna um tríggjar árgangir – 2008, 2009 og 2010. Hendan broyting er fyribils galdandi fyri kappingarárið 2026, og verður endurskoðað í sambandi við kappingargrundarlagið fyri ung.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta hevði Eyðdis ikki roknað við

11. januar kl. 20:36

Bjørk boykottast

7. januar kl. 21:01

Landsstýrið avmarkar nú møguleikarnar at leiga út til ferðafólk

13 tímar síðan

“Viðhvørt er frægast ikki at gera ov nógv vart við seg”

8. januar kl. 15:43

Sendimaðurin við til nýggjárskur

10. januar kl. 19:11

Hann væntar at løgtingsval verður um einar tveir mánaðir

Í gjár kl. 11:08