Ongi úrslit

Tvey fólk úr Dansk Flygtningehjælp dripin í álopi

Harumframt hava trý fólk fingið skaða í álopinum

© Dmytro Bryzjynskyj
Jóhanna Højgaard
4. sepember kl. 19:55

Dagføring 19.47

Russiska verjumálaráðið upplýsir nú, at tey hava oyðilagt ein langtrøkkandi rakett-uppskjótingarvogn í Chernihiv-økinum í Ukrain.

Hettar í rakettálopinum sum fyrr í dag, tók lívið av tveimun sjálvbodnum ukrainskum minuruddarum hjá Dansk Flygtningehjælp.

Russland sigur at Ukraina brúkti Dansk Flygtningehjælp sum kamuflering av rakett-uppskjótingarvognin. Tað avsannar Ukraina tó.

Hetta stendur sambært einum uppslagi á boðtænastuni Telegram.

Sambært russiska verjumálaráðnum roynir Ukraina at lýsa "oyðileggingina av lógligum hernaðarligum málum" sum eitt álop á eina "meint 'sivil humanitera minufrárensl uppgávu'".Tvey fólk úr Dansk Flygtningehjælp sum vóru í Ukraina fyri at rudda burtur landminur, doyðu hósdagin í Norðurukraina, eftir eitt russiskt álop.

Hettar sigur Vjacheslav Anatolyovich Tjaus, guvernørur í Chernihiv-landslutinum í Ukraina, við AFP.

Dansk Flygtningehjælp váttar eisini álopið fyri TV 2, men kan ikki vátta tjóðskap teirra dripnu.

Harumframt hava trý fólk fingið skaða í álopinum

-Russar hava tilvitað lopið á starvsfólk hjá humanitera avminningartoyminum hjá danska Flóttafólkaráðnum. Tvey fólk eru dripin, skrivar guvernørurin á sosialu miðlunum, sambært AFP.

Álopið fór fram í landslutinum Chernihiv, umleið 125 kilometrar í ein útnyrðing úr høvuðsstaðnum Kiev.

- Fyrst fyltu russar økið við spreingievnum og minum. Nú drepa tey fólk, sivilfólk, sum seta lív sítt í váða fyri at rudda okkara land, leggur Tjaus afturat.

Mette Frederiksen, forsætisráðharri heldur, at tørvur er á, at fáa greiðu á orsøkunum til álopið í Ukraina. Tað segði hon við TV 2 stutt eftir, at tíðindini bórust.

- Tá sovorðið hendir, og Dansk Flygtningehjælp er við, hava vit sum donsk stjórn og eisini ES, brúk fyri at finna út av hvør orsøkin er, sigur hon.

Rasmus Tantholdt, tíðindamaður hja TV2, heldur at tað Tað er heilt serligt, at ein danskur hjálparfelagsskapur er raktur, dagin eftir at Zelenskyj hevur verið í Danmark. Og tað at danska stjórnin hevur boðað frá, at Danmark nú fer at stuðla við at framleiða rakettbrennievni og kanska aðrar vápnalutir til Ukraina á danskari jørð.

Mest lisið hesa vikuna

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

Í gjár kl. 08:56

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Ikki føroyskar gentur

Í gjár kl. 23:00

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

Tað ger góðan mun at Smyril hevur fingið síðuskrúvur

Í gjár kl. 10:04