Danmark gevur fyrstu ukrainsku vápnafyritøkuni atgongd til at framleiða vápn í Danmark.
Tað sigur Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri (V), á tíðindafundi mikudagin.
- Vit fegnast um at taka ímóti "Fire Point" Felagið sum fer at byrja við framleiðslu av brennstoffi til missilir, verður stovnað í Skrydstrup í Suðurjútlandi í Haderslev Kommunu, sigur verjumálaráðharrin.
Lund Poulsen sigur eisini, at tað fer at merkja eitt "nýtt kapittul" og "eitt týðandi stig".
Danmark er fyrsta landið í verjusamgonguni hjá NATO, sum tekur ímóti ukrainskari vápnaframleiðslu .
-Nógvar hóttanir koma úr Kreml. Vit í Danmark mugu skilja, at vit óbeinleiðis eru í stríði. Vit hava sent F-16 flogfør og artilleri til Ukraina, alt sum kann brúkast í stríðnum móti Russlandi.
Russiski sendiharrin í Danmark, Vladimir Barbin, sigur í sambandi við at Danmark er til reiðar at lata Ukraina framleiða vápn á danskari jørð:
-Tað gerst truplari ikki at meta Danmark sum ein beinleiðis luttakara í ósemjuni í Ukraina.
-Ein slík fráboðan frá russarum kann kanska fáa nógv av okkum at vakna og siga, at váði er, og tað snýr seg eisini um Danmark.
Tað sigur Rasmus Tantholdt frá TV2 og leggur afturat, at hóttanir frá Russlandi ofta mugu takast í álvara.
Tað verður í einum grannalagi har herurin longu er til staðar, at ein ukrainskur vápnaframleiðari flytur inn.
"Fire Point" flytur inn longu 1. desember, á adressuna Tingvejen 4-6 í Vojens. Beint hinumegin vegin er hegnið, sum førir inn til flogstøðina í Skrydstrup.
Zelenskyj hevur verið í Danmark í dag, har hann bleiv flogin inn við tyrlu frá donsku verjuni.
Hann helt har fund við Frederiksen og leiðarum úr samstarvandi Nordisk-Baltiskum londum, og helt siðani stuttan tíðindafund saman við Mette.
Har nevndi Volodymyr Zelensky eisini, at tað verður strategiskt avgerandi fyri Ukraina, at fáa fleiri loftverjuskipanir áðrenn veturin.
- Russland heldur fram at raka okkara orkuøki, og Putin vónar, at veturin fer at drepa okkara fólk, har tey(russar) ikki røkka, segði ukrainski forsetin á tíðindafundinum.
Volodymyr Zelenskyj fleyg síðani víðari til Frakland at hittast við Emmanuel Macron og fleiri aðrir evropeiskum leiðarum.
Teir skulu úr Fraklandi tosa í telefon við Donald Trump, hósdagin klokkan 14. 00 franska tíð.
Mynd: Maxim Shemetov / Ritzau Scanpix
Umleið samstundis við tíðindafundin í Danmark, helt Putin sjálvur ein tíðindafund í Beijing, har hann segði at hann fegin vil hava ein fund við ukrainska forsetan, Valdimir Zelenskij. Tað skrivar Reuters.
- Um ein fundur við Zelensky er væl fyrireikaður, so eri eg til reiðar at hittast, segði hann.
Putin segði eisini á tíðindafundinum, at Zelensky kann koma til Moskva, og "tá kann fundurin fara fram".