Ongi úrslit

Tvær perlur sendu víkingarnar nærri finaluni

Eftir fyrru hálvfinalurnar bendir nógv á, at finalan um løgmanssteypið verður millum KÍ og Víking

Jóannes Hansen
21. mai kl. 22:00

Tað endaði við 2-0 sigri til gestirnar, tá ið B68 í kvøld hevði vitjan av Víkingi. Hetta var fyrra hálvfinalan í kappingini um løgmanssteypið. Seinni dysturin verður í Sarpugerði 17. juni, og tað skal heilt nógv venda øðrvísi um fýra vikur, enn tær ger í kvøld, um víkingarnir ikki skulu vinna seg í finaluna.

Stóran part av tíðini í kvøld bar gongdin brá av, at hetta var fyrri partur av hálvfinalu, sum verður avgjørd í Gøtu um ein lítlan mánað.

Eitt stórt korter legði Víkingur seg á odda, og tá ið tað í tíðini, sum dómarin legði aftrat, eydnaðist gestunum at økja um leiðsluna til 2-0, so sær tað svart út hjá toftamonnum.

Málini hjá Víkingi vóru sannar perlur.

Í fyrra førinum var tað Poul Kallsberg, sum staddur aftanfyri handara stólpan og við høvdinum smekkaði bóltin í netið, eftir at Olaf Bárðarson hevði spælt Inga Jonhardsson leysan. Hann streyk til baklinjuna í vinstru og sendi bóltin innfyri.

Í seinna førinum var tað innskifti miðvallarin Árni Nóa Atlason, sum úr 20 metrum og við innaru síðuni setti bóltin dygst undir tvørtræið.

Hetta var aðru ferð í ár, at B68 og Víkungur hittust á Svangaskarði. Víkingur vann fyri einum lítlum mánað síðani landskappingardystin 1-0, og í kvøld vunnu teir 2-0. Toftamenn høvdu onkrar spentar støður, men tað eydnaðist teimum ikki at vinna upplagdar málmøguleikar. Tá ið hetta verður havt í huga, er tað lítið, sum bendir á, at tað í Sarpugerði fer at eydnast teimum at vinna við tveimum málum og harvið at fáa longda leiktíð.

 

B68 – Víkingur 0-2 (0-0)

0-1: Poul Kallsberg 77.

0-2: Árni Nóa Atlason 91.

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

B68: Tórður Thomsen – Fríði í Túni Petersen, Aleksandur Ólavsson Jensen, Aron Reinert Hansen, Bárður Ólavsson Jensen – Magnus Holm Jacobsen, Jákup Norðoy Vilhelmsen – Marjus Nón, Hanus Højgaard,  Sebastian Lau Nielsen – Jóhan Josephsen

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ragnar Skála, Jónatan Lervig, Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson – Aron Jarnskor Ellingsgaard, Sølvi Vatnhamar, Stefan Radosavljevic – Poul Kallsberg, Jørgen Nielsen, Olaf Bárðarson

Mest lisið hesa vikuna

Býráðslimir blivu rørdur og fóru upp at ristast - av navninum á einum vegi

Í gjár kl. 12:00

Sigmund bleiv álopin

21. mai kl. 17:08

Kanna svik

22. mai kl. 10:08

»... Í ódnini fell alt í fátt

23. mai kl. 20:00

Hon er tung um hjartað um at byggja kirkju við Sandá

23. mai kl. 11:25

Tórshavnar kommuna fer kanska at melda seg úr Kommunufelagnum

22. mai kl. 15:01