Ongi úrslit

Trý foreldur fingu átalu

Áki Bertholdsen
13 tímar síðan

Í gjáramorgunin, um ta tíðina tá ið skúlarnir byrja, var løgreglan í Suðuroy uttan fyri skúlan í Trongisvági og kannaði ferðsluna í sambandi við, at børn vórðu koyrd í skúla.

Kannað verður serliga um børn sita í trygdarbelti og um tað annars er skil á, tá ið børnini verða sett av, og at bilførarar koyra hovliga.

Og sum heild var støðan góð. Eingi foreldur fingu bót fyri at hava leys børn í bilinum, men trý foreldur fingu kortini eina átalu.

Tað var tí at børnini høvdu tasku á rygginum ímeðan tey sótu í bilinum. Tað er ikki trygt, tí hendur ein samanstoytur, hava tey onga nakkaverju.

Í onkrum føri helt løgreglan heldur ikki, at farið varð rætt fram tá ið børn vórðu sett av.

Annars kostar tað 1.500 krónur í bót, umframt eitt klipp í koyrikortið at hava børn sitandi leys í bilinum.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta hevði Eyðdis ikki roknað við

11. januar kl. 20:36

Landsstýrið avmarkar nú møguleikarnar at leiga út til ferðafólk

13. januar kl. 12:25

Í besta lagi verður Elias jokari

9. januar kl. 18:34

Sendimaðurin við til nýggjárskur

10. januar kl. 19:11

Hann væntar at løgtingsval verður um einar tveir mánaðir

12. januar kl. 11:08

Tann dømda er úr Klaksvík

13. januar kl. 00:50