Ongi úrslit

Í besta lagi verður Elias jokari

Landsliðsvenjarin ásannar, at stjørnuspælarin fer ikki at eiga sama leiklut í Norra, sum hann hevur átt undanfarnu ferðirnar

Jonhard Hammer
Í gjár kl. 18:34

Í kvøld klokkan 19 fer føroyska hondbóltslandsliðið hjá monnum at spæla tann fyrra venjingardystin ímóti Italia. Seinni dysturin verður sunnudagin klokkan 17. Báðir dystirnir vera í høllini við Tjarnir.

Stórur áhugi er millum áskoðararnar at vera á staðnum, nú liðið leggur síðstu hond á fyrireikingarnar til EM endaspælið. Fyrsti dysturin í EM endaspælinum verður fríggjadagin um eina viku, tá ið Sveis verður mótstøðuliðið í Oslo.

Stóra stjørnan á føroyska liðnum er Elias Ellefsen á Skipagøtu. Síðani á nýggjárinum hava Peter Bredstorff-Larsen og hansara menn fyrireikað seg til EM endaspælið. Elias hevur ikki vant saman við hinum. Hann verður ikki á liðnum í kvøld og sunnudagin, og tað er greitt, at hansara leiklutur í EM endaspælinum verður ikki tann, sum hann hevur verið í undanfarnu endaspølum. Orsøkin er, at Elias er darvaður av skaða í økslini.

-Í besta føri verður Elias jokari í onkrum at teimum trimum dystunum í Oslo. Sjálvandi er tað dyggur smeitur fyri okkum, men hondbóltur er liðítróttur, og tá ið ein ikki er tøkur, so er tað neyðugt, at aðrir lyfta arvin. Elias er spælskipari. Tað plagar hann at vera saman við Óla Mittún. Nú fáa Pauli Mittún og Rói á Skipagøtu Ellefsen møguleika at vera meiri í tí leiklutinum, enn teir annars hava verið, sigur Peter Bredstorff-Larsen landsliðsvenjari, sum nú stutt undan fyrra dystinum ímóti Italia hevur havt tíðindafund.

Venjarin roknar við torførarum endaspæli í Oslo:

-Alt skal ganga upp í hægri eind, um tað skal eydnast okkum at vinna okkum víðari til Malmø. Tað er ikki ómøguligt, men tað verður torførari, enn tað hevur verið tvær tær undanfarnu ferðirnar, tí mótstøðuliðini hava lisið uppá og vita, hvørjir vit eru, og hvussu vit spæla. Tað verður neyðugt hjá okkum at leggja aftrat bæði í verjuspælinum og álopsspælinum. Í síðstu undankapping var tað ein fragd at síggju, hvussu Tróndur Mikkelsen og Vilhelm Poulsen hava ment seg, og tað eru fleiri aðrir, sum vit rokna við. Og so skulu vit ikki gloyma, at Pauli Jacobsen ofta hevur verið avgerandi millum stólparnar. Um hann aftur verður á toppinum í Norra, so telur tað nógv rætta vegin, sigur landsliðsvenjarin.

Hesa vikuna hevur landsliðið verið kring landið. Í Oslo vera tað 4000 føroyskir áskoðarar og kanska fleiri enn so:

-Vit hava aftur fingið staðfest, at hetta er eitt felags projekt, sum ikki bara hongur á fáum ungum monnum. Liðið kennir áhugan og undirtøkuna sum herðaklapp heldur enn trýst, og vit rokna við, at norðmenn eisini fara at taka á við okkum. Ímóti Sveis fríggjakvøldið verður tað torført, og tá fara vit at royna okkum 7 ímóti 6. Annan sunnudag ímóti Montenegro kenna vit stóru og sterku mótstøðumenninar, og so er spurningurin, hvussu støðan verður í hópinum, tá ið vit annað týskvøld fara at spæla ímóti Slvenina, sigur landsliðsvenjarin.

Í kvøld er Italia mótstøðuliðið, og í kvøld snýr tað seg um at fyrireika seg til dystirnar í EM endaspælinum.

 

Mest lisið hesa vikuna

Bjørk boykottast

7. januar kl. 21:01

At verja Føroyar móti islamismuni er ein moralsk skylda

5. januar kl. 20:11

Vil hava at vita um løgmaður vil forða fyri at vit fáa eina mosku í Føroyum

5. januar kl. 00:30

“Viðhvørt er frægast ikki at gera ov nógv vart við seg”

8. januar kl. 15:43

Avlýs loysingina

6. januar kl. 13:50

Hvør skal ráða, um vit ikki skulu hava fólkaræði

4. januar kl. 21:19