Ongi úrslit

Tann dømda er úr Klaksvík

Skal fýra ár og seks mánaðir í fongsul.

Jóhanna Højgaard
13. januar kl. 00:50

Ein kvinna. ættað úr Klaksvík, 57 ár og sjúkrarøktarfrøðingur, var seinnapartin í dag dømd fýra ár og seks mánaðir í fongsul.

Hon er dømd fyri at hava svikað offur fyri tíggju milliónir krónur, og roynt at svikað tey fyri 37 milliónir krónur afturat.

Sambært løgregluni er kvinnan, sum er sjúkrarøktarfrøðingur partur av netverkinum í størsta telefonsvikamálinum í Danmark nakrantíð. Hettar er eitt netverk sum TV 2 avdúkaði í dokumentarfilminum Den falske politikommissær.

- Eg má byrja at fáa lív mítt aftur.

Tað segði eitt av ofrunum, Inge Storm-Andersen, seinnapartin fyri býarrættinum í Keypmannahavn mánadagin.

Inge Storm-Andersen var lumpað av dømdu kvinnuni, til at flyta yvir 2,1 milliónir krónur úr sínari konto, fyri at keypa gullbarrir.

Revsingin uppá fýra ár og seks mánaðir í fongsul, er tí eitt týðandi punkt í málinum hjá Inge Storm-Andersen.

- Eg veit ikki, hvussu eg hevði livað víðari, um hon bara hevði fingið ein mildan dóm, sigur hon við TV 2.

Ákærda kvinnan er eisini dømd at gjalda 1,8 milliónir krónur aftur til Inge Storm-Andersen, men tað eru ikki pengar, sum hon væntar at síggja. Fyri hana snýr tað seg í stóran mun um meginregluna og ikki um pengarnar.

- Tað er ein viðurkenning av sálarliga ræðsluni, vit hava verið fyri, sigur hon.

Sjúkrarøktarfrøðingurin er funnin sek í øllum seks ákærunum í ákæruritinum.

Hon segði í sínari frágreiðing, at hon framdi fleiri av gerðunum í ákæruritinum, tí dóttir hennara varð hótt við lívinum av gerningsmonnunum.

- Hon handlaði í sjálvverju, og undir tvingsli, segði verji hennara undir rættarmálinum.

Har eru tveir samákærdir og ein samákærdur, sum hava verið umboðaðir av sínum advokatum undir rættarmálinum.

Teir báðir samákærdu eru ákærdir fyri at hava hildið fram við svikinum móti einum av ofrunum, eftir at ákærdi varð handtikin og varðhaldsfongsla seinast í mars mánaði.

Samákærdi er dansk-turkiski maðurin, sum TV 2 avdúkaði sum høvuðsmaður aftanfyri svikið á eini strandbarr í Thailandi.

Dømda kvinnan skal rinda kostnaðin av málinum umframt 1,84 milliónir krónur til eitt av ofrunum. Innan 14 dagar skal hon rinda einum øðrum offri 6,7 milliónir krónur.

Hon hevur kært dómin, og fer eftir fríkenning, ella alternativt, einum mildari dómi.

Hon situr tó framvegis í varðhaldi, tí dómarin sigur seg ikki vera sannførda um, at føroyska kvinnan ikki fer at royna nakað líknandi aftur, um hon verður leyslatin.

Eingin sjónlig reaktión var frá tí dømdu tá dómurin varð sagdur.

Mest lisið hesa vikuna

Hava klistrað ein reyðan seðil á fýra bilar

Í gjár kl. 08:56

Atkvøðuslúkur í Javnaðarflokkinum gevst í politikki

27. februar kl. 17:24

Støðan er batna - men tað er langt eftir á mál

27. februar kl. 21:00

Frá Ingilín Strøm til Ben Arabo. Javnaðarflokkurin skiftir kós

Í gjár kl. 18:42

Atli er nýggi sambandsmaðurin á Toftum

26. februar kl. 17:31

Birgir Kruse ummælir

26. februar kl. 21:25