Amerikanski forsetin, Donald Trump, vildi ikki endurtaka sítt ynski um at yvirtaka Grønland, tá ein journalistur spyr hann á tíðindafundinum í dag.
- Tað er ikki nakað eg sigi, tað er nakað tú fortelur mær. Tú veitst ikki, hvat eg fari at gera.
Hann segði tò at um vit (USA) ikki traðka til, so gera Russland ella Kina, og tað er ikki nakað, sum Danmark kann gera nakað við, men tað kan USA, sigur hann.
-Tit sóu hvussu vit gjørdu síðstu viku við Venezuela. Eg-havi ikki álit á, at Danmark kann verja Grønland sjálvt.
- Vit hava eitt gott samband við Danmark, so vit bíða og síggja, sigur hann víðari.
Annars boðaði hann frá, at hann enn ikki er kunnaður um fundin millum amerikansku, grønlendsku og donsku sendinevndirnar, men at hann væntar at fáa kunning skjótt.
- Vit bíða og síggja, hvat hendir við Grønlandi, sigur hann.