Ongi úrslit

Tríggir koyrdu øvugtan veg í Klaksvík

Annars hevur løgreglan havt tað sera friðarligt higartil á páskum

Áki Bertholdsen
21. apríl kl. 09:46

Løgreglan sigur, at higartil á páskum hevur tað verið avbera friðrligt.

Í nátt læt ikki í telefonini hjá løgregluni, so tá var einki at gera.

Men dagin í gjár brúktu tey til at gera ferðslukanningar ymsastaðni.

Í Klaksvík hevur býráðið gjørt eina roynd at skipa ferðsluna rundan um skúla, betur og í tí sambandi eru nakrir vegir gjørdir einsrættaðir.

Ein av hesum vegstrekkjunum er Kráargøta, men tað hava ikki allir bilførarar funnið út av.

Og í gjár vorðu tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra øvugtan veg av tí, sum loyvt er á Kráargøtu, og tað kostar teimum eina bót upp á 1.500 krónur, umframt eitt klipp í koyrikortið.

Í Søldafjørði gjørdu tey ferðmátingar og har varð ein tikin fyri at koyra 71 kilometrar um tíman har tað annars er loyvt at koyra 50.

Tað fær hann bót fyri, men tað er eisini akkurát nokk til at hann eisini bjargaði sær eitt klipp í koyrikortið.

Tá ið løgreglan er á Glyvursvegi á Argjum og ger ferðmátingar, er tað aldrin til fánýtis, og tað var tað heldur ikki í gjár. Har varð ein bilførari tikin fyri at koyra 74 kilometrar um tíman, og tað kostar honum bót og eitt klipp í koyrikortið, tí har er bara loyvt at koyra 50.

Mest lisið hesa vikuna

80 ára gamal og má búgva í bilinum

3. mai kl. 21:00

Nýmótans teknikkur fekk bil at koyra sikksakk - bilførarin meldaður

3. mai kl. 09:19

Astrið Foldarskarð er nýútbúgvin fangavørður

6. mai kl. 22:25

Tað er púra skeivt at seta ungdómin upp ímóti Suðuroyartunnilin

6. mai kl. 14:00

Framferðin hjá Ísrael er fólkamorð - og her valdar tøgn

Í gjár kl. 08:40

Suðuroyartunnilin: Hetta er ein leikur sum fer fram

6. mai kl. 13:00