Ongi úrslit

Framferðin hjá Ísrael er fólkamorð - og her valdar tøgn

Tað er óhugnaligt, at Ísrael, sum nógvir føroyingar stuðla, ber seg soleiðis at

Áki Bertholdsen
8. mai kl. 08:40

Framferðin hjá Ísrael í Gaza, er ein etnisk útreinsing.

Tað heldur Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi topp-politikari í sending á FM1 í gjár.

Hann er eisini nevndarformaður í Reyða Krossi. Og í hesum sambandi vísir hann eisini á, at nú eru tveir mánaðir síðani, at neyðhjálparfelagsskapir eru slopnir inn í Gaza.

– Neyðhjálparfelagsskapir standa í longum bíðirøðum við markið til Gaza við mati, vatni, heilivági, tjøldum og øðrum, brúk er fyri. Men teir sleppa ikki inn inn í Gaza fyri ísraelska hervaldinum.

Tað eru nógv, sum kalla ísraelsku framferðina í Gaza fyri fólkamorð, og eisini Jóannes Eidesgaard kallar hetta eina etnisk útreinsing.

– Hetta er fleiri ferðir verri enn kríggið á Balkan, og tað er ótrúliga óhugnaligt, at ísrael, sum nógvir føroyingar stuðla, ber seg soleiðis at, leggur hann afturat í sendingini, Stjórnin, á FM1.

Samstundis harmar tað hann almikið, at tað eru so fá, sum tala at - og eisini her hjá okkum valdar fullkomilig tøgn, hóast vit vita, hvat fer fram, sigur hann.

Men annars valdar fullkomin tøgn - við nøkrum heilt fáum undantøkum, og tað er óhugnaligt, heldur Jóannes Eidesgaard.

Jóannes Eidesgaard førdømur eisini yvirgangsatsóknina hjá Hamas í Ísrael tann 7. okbobur í 2023 og at gíslarnir ikki eru leyslætnir enn.

– Høvdu gíslarnir verið leyslætnir, hevði støðan kanska verið ein onnur, heldur hann.

Men hann heldur samstundis, at tað er eingin gerð, sum rættvísger eina etniska útreinsing av einum heilum fólki.

Tann gerðin, sum rættvísgerð framferðina hjá Ísrael, er ikki til, og hon verður heldur ongantíð til, leggur hann afturat.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta skulu suðuroyingar aldrin uppliva aftur

13. sepember kl. 15:42

Ávaring frá løgregluni: Fuglfirðingar skulu lata vindeyga og hurðar aftur

12. sepember kl. 18:10

Marta Ellefsen og floksfelagar sleppa ikki úr hotellinum

11. sepember kl. 21:55

Elsa Berg, borgarstjóri, sett skák mát av umsitingini

16. sepember kl. 09:44

Ruth Vang ger bara tað, sum hon er sett í verðina til sum landsstýriskvinna í fíggjarmálum

13. sepember kl. 18:52

Tikin fyri rúsdrekkakoyring - tvær ferðir upp á eina løtu

14. sepember kl. 09:18