Vit eru óivað nógv sum minnast aftur til barn- og ungdómin, har vit hoyrdu hóttarnir um hvat kundi henda nú hol var í Ozonlagnum. Eisini minnast vit hvussu ótrygt tað kendist tá Tjernobyl sprongdist, og áhaldandi hóttanin um atomkríggj undir Kalda krígnum.
Í hesum døgum ljóða hóttanir um at USA vil "hava" Grønland og miðlar hava tosað við fleiri sum eru bangin og ikki kunnu sova um náttina fyri ótta.
Tað eru bæði vaksin og børn, sum eru bangin fyri um land teirra, Grønland, nú skjótt verður hertikið. Børn og ung hava ikki øll somu lívsroyndir og yvirlit til at síggja heimsstøðuna og krígsretorikkin í nuansum, sum vaksin kunnu. So fyri tey eru hóttanirnar ofta enn ógvusligari. Summi teirra hugsa um tey kanska vakna upp til at teirra bumbur í morgin, og liggja tí ofta svøvnleys.
Tv2 Øst hevur eina grein við hugskotum til, hvussu foreldur kunnu tosa við børnini.
Mynd: LinkedIn
Julie Bek, barnasálarfrøðingur hjá felagsskapinum Børns Vilkår, eggjar øllum foreldrum til at tosa við børnini um alt tað, sum hendir millum USA, Danmark og Grønland beint nú.
- Nógv foreldur vilja verja børnini. Men um børnini duga at fara á netið, eru á sosialu miðlunum ella duga at lesa yvirskriftir, so vita tey longu okkurt. Og tað hava tey kanska eisini hoyrt frá vinum í skúlanum ella í barnagarðinum, sigur hon.
Hon heldur tí, at tað er eitt øgiliga gott hugskot at tosa við børnini um málið.
- Tað er eitt gott hugskot at spyrja stillisliga, til dømis í bilinum ella meðan tú gert mat: "Hevur tú hoyrt nakað um tað, sum hendir í Grønlandi? Hvat hevur tú hoyrt? Er nakað, tú vilt hava meg at greiða frá? Tá gert tú teg tøkan og lurtar eftir, hvat júst tað barnið hevur áhuga í. Summi børn eru líkasæl, og tá nýtist tær ikki at pressa nakað ígjøgnum. Onnur hava spurningar ella áhugamál, sigur hon.
Hon heldur, at tað er munur á, hvussu tosað verður við yngri og størri børn.
- Tú kanst í størri mun skjøldra tey yngstu, serliga tey, sum ikki duga at lesa ella sjálvi fara á netið. Tey hava kanska hoyrt okkurt í útvarpinum ella frá vaksnum tosa, og tú skalt svara so einfalt sum gjørligt og ikki gera evnið størri enn neyðugt, sigur hon.
Hjá størri børnum er málið tó øðrvísi.
- Tey finna sjálvi upplýsingar og hoyra vinir tosa, og so er uppgávan hjá foreldrum at hjálpa teimum at sortera: Hvat er fakta, hvat eru ryktir, hvat er reint fantasi? Tey skilja onkuntíð bert brot og seta so restina saman við hugfloginum. Tað gerst ofta meira skelkandi enn tann parturin, sum í roynd og veru snýr seg um tey, sigur hon.
Sjálvt um tað er ringt at tosa um, so skulu vit ikki tosa trupulleikarnar hjá børnunum niður.
- Vit skulu ikki niðurgera tað ella blása tað upp. Vit kunnu hjálpa til við at síla tær dramatisku yvirskriftirnar burtur og siga:
-Tað eru nógv vaksin, sum arbeiða uppá at fáa tamarhald á støðuni. Her og nú er eingin broyting í tínum lívi, sigur hon.
Stríðsóttin er til staðar hjá nógvum børnum, og er hann nakað, sum skal tosast um.
- Tú kanst ikki lova "ongantíð", men tú kanst siga, at tað er ikki tað, sum stendur uppá spæl nú. Tað snýr seg um at viðurkenna stúranina uttan at gera hana størri og fløktari enn hon skal vera, sigur hon.
Tín egna reaktión er týdningarmikil.
Hinvegin, mátin vit vaksnu bera okkum at, hevur eisini nógv at týða fyri børnini.
- Børn og ung hugleiða um reaktiónirnar hjá teimum vaksnu fyri at meta um okkurt er hættisligt. Tí mugu vit goyma okkara egnu stúranir til onnur vaksin at tosa um, og gera okkum ómak at vísa ró og umsorgan. Vit mugu hjálpa barninum at minnast til, at tey ikki eru í vanda her og nú. Tú kanst skapa tryggleika við at fokusera á tað, sum er tætt uppá heimið: gerandisdagurin, vinir, skúli og frítíð eru tey somu sum altíð. Hetta gevur frástøðu frá ovurstóra tíðindastreyminum, sigur hon.