Ongi úrslit

Tórsgøta setir nýtt konsept í gongd: Inniligar og nærverandi unplugged konsertir

Konsertirnar verða unplugged, har bert akustisk ljóðføri og røddin verða berandi. Hetta er ein uppliving, sum gevur rúm fyri tí autentiska og ger tónleikin so nærverandi sum gjørligt

Ragnar Sjúrðarson
18. februar kl. 21:07

Tórsgøta fer nú nýggjar leiðir við einum tónleikakonsepti, har nærvera og inniligheit eru í fokus. Í einari tíð, har stórar produktiónir, tøkni, skíggjar og AI gerast alt meira dominerandi í tónleikalívinum, velur Tórsgøta at ganga mótsatta vegin – at steðga á og skapa eitt rúm, har menniskjað og tónleikurin sleppa at tala fyri seg.

UNPLUGGED

Konsertirnar verða unplugged, har bert akustisk ljóðføri og røddin verða berandi. Hetta er ein uppliving, sum gevur rúm fyri tí autentiska og ger tónleikin so nærverandi sum gjørligt.

SØGULIGA AULAN - EIN HEILT SERLIGUR KARMUR

Allar konsertirnar fara fram í søguligu Auluni í Finsen, har túsundtals børn ígjøgnum árini hava verið til morgunsang. Hølið hevur eina heilt serliga dýpd, bæði mentanarliga og listaliga, har stór verk eftir William Heinesen og Ingálv av Reyni geva ein heilt serligan dám. Tað er júst hetta, sum ger Auluna til tað fullkomna staðið til eitt konsept, sum leggur dent á inniligheit, nærveru og tað, sum er menniskjaligt.

FYRSTU LISTAFÓLKINI KLÁR

Til fyrstu konsertirnar hava vit fýra av okkara sterkastu tónleikanøvnum við – Lena Anderssen, Kári P., Lyon og Lea Kampmann – sum øll umboða tónleikaligt univers, ið passar perfekt til konseptið.



Mest lisið hesa vikuna

80 ára gamal og má búgva í bilinum

3. mai kl. 21:00

Nýmótans teknikkur fekk bil at koyra sikksakk - bilførarin meldaður

3. mai kl. 09:19

Sissal fingið forboð til Eurovision-sangkappingina

2. mai kl. 17:08

Astrið Foldarskarð er nýútbúgvin fangavørður

6. mai kl. 22:25

Tað er púra skeivt at seta ungdómin upp ímóti Suðuroyartunnilin

6. mai kl. 14:00

Løgtingsmaður: Børn hjá støkum mammum eru í størri vanda fyri at verða kriminell

2. mai kl. 09:05