Ongi úrslit

Tóku 22 bilførarar upp á tveir tímar - tveir fingu koyriforboð

Áki Bertholdsen
13 tímar síðan

Fyrrapartin í gjár var løgreglan á ferð við ferðmátaranum. Hesa ferð vóru tey í Norðragøtu, á einum strekki har tað er loyvt at koyra 80.

Og upp á tveir tímar vórðu ikki færri enn 22 bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt. Av teimum fingu 20 bilførarar bót fyri at koyra ímillum 81 og 100 kilometrar um tíman.

Men so vóru tað eisini tveir bilførarar, sum koyrdu gott 100 kilometrar um tíman. Undir vanligum umstøðum høvdu teir mist koyrikortið treytað, og tað merkir at teir kundu hildið fram at koyrt, men at teir kortini skulu taka koyrikortið umaftur innan fyri tveir, tríggjar mánaðir.

Men av tí, at talan var um tveir ungar bilførarar, sum høvdu havt koyrikortið styttri enn trý ár, fingu teir koyriforboð, og sleppa sostatt ikki at halda fram at koyra, men mugu taka koyrikortið um aftur.  

Tá ið bilførarar hava havt koyrikortið í styttri enn trý ár, skal minni til fyri at missa tað enn annars, tí tey fyrstu trý árini eru at meta sum ein royndartíð.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta hevði Eyðdis ikki roknað við

11. januar kl. 20:36

Bjørk boykottast

7. januar kl. 21:01

Landsstýrið avmarkar nú møguleikarnar at leiga út til ferðafólk

9 tímar síðan

“Viðhvørt er frægast ikki at gera ov nógv vart við seg”

8. januar kl. 15:43

Sendimaðurin við til nýggjárskur

10. januar kl. 19:11

Hann væntar at løgtingsval verður um einar tveir mánaðir

Í gjár kl. 11:08