Ongi úrslit

Tóku 21 bilførarar uppá eina løtu - ein fekk tvær bøtur

Áki Bertholdsen
9 tímar síðan

Nú í eina tíð hevur tað verið at kalla dag um dag, at løgreglan hevur verið á onkrum vegastrekki og kanna, hvussu skjótt bilarnir koyra.

Tað vóru teir aftur í gjár og hesa ferð vóru tey á einum strekki í Fuglafjørði har tað er loyvt at koyra 80.

Har var løgreglan í tveir tímr fyrrapartin í gjár, men bara hesa løtuna vórðu 21 bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt. Teir koyrdu allir ímillum 81 og 100 kilometrar um tíman, so teir fáa »bara« bót.

Men tann eini av teimum hevði eisini gloymt at taka koyrikortið við sær tá ið hann fór í bilin, og tað kostar eisini eina bót upp á 700 krónur, so hann bjargaði sær tvær bøtur.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta hevði Eyðdis ikki roknað við

11. januar kl. 20:36

Bjørk boykottast

7. januar kl. 21:01

Landsstýrið avmarkar nú møguleikarnar at leiga út til ferðafólk

Í gjár kl. 12:25

“Viðhvørt er frægast ikki at gera ov nógv vart við seg”

8. januar kl. 15:43

Sendimaðurin við til nýggjárskur

10. januar kl. 19:11

Hann væntar at løgtingsval verður um einar tveir mánaðir

12. januar kl. 11:08