Tað bleiv dýrari at liva í 2025 við sitandi samgonguflokkum - Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn, hóast tey lovaðu at lætta um í gerandisdegnum hjá fólki. Tað kann prógvast, at tað gjørdist dýrari, sjálvt ein skattalætta í lønarinntøkunum - hygg eftir, hvørji avgjøld samstundis eru løgd á:
“ Hægri bensin- og dieselavgjald, hægri brennuoljuavgjald, hægri el-prísir, hægri kringvarpsgjald, bara fyri at nevna nøkur dømi.
Geva út við einari hond og taka meira inn aftur við hinari hondini.
Eyka skattalætti til tey ríku
Og hvar slær hetta harðast út, nevnliga tí meiniga fólkinum, barnafamiljur, stakir uppihaldarar og pensjónistar. Hetta eru samstundis tey, sum ikki hava ráð at keypa elbil og ikki ráð at leggja um til grøna orku.
Og hvat ger samgongan so, jú leggur eyka avgjøld á nýtsluvørur og tænastur hjá teimum lágløntu fyri at kunna bera mvg aftur til tey ríku, sum hava fíggjarliga orku at keypa el-bilar og leggja um til grøna orku -ein eyka skattalætti til tey ríku, enn einaferð.
Henda vinstrasamgongan skal eitast at virka fyri einum betri fordeilingspolitikki, men ger tað beint øvuta.
Samgongan vil eisini, at tey yngru skulu arbeiða styttri tíð/ minni og tey gomlu skulu arbeiða í longri tíð/ meira, pensjónsaldurin skal hækkast. Ein solidariskt akademiskt eksperiment og so siga tey, at tað skal betra um fíggjarliga haldførið hjá landskassanum, altso tey yngru skulu arbeiða styttri tíð og tey eldru skulu arbeiða í longri tíð, pensjónsaldurin skal hækkast.
Tað hevði verið áhugavert at fingi at vita, hvussu nógvir elbilar hjá landinum og kommununum eru skiftir út við óslitnar bensin- og dieselbilar, bara fyri at flyta fólk ímillum kontórini.
So kemur spurningurin, hvussu gongur við tí grønu streymframleiðsluni nú vindmyllurnar ikki longur mala?
Her valdar meira og minni politiskur ruðuleiki í samgonguni - tíðin er komin at rudda borðið, fáa nýggj fólk framat og leggja fram eina nýggja politiska skrá og fáa landskassan aftur á beint.