Í kvøld vunnu Føroyar 28-27 ímóti Fraklandi í HM kappingini fyri U-21 landslið í hondbólti.
Úrslitið ber við sær, at Føroyar hava tryggjað sær pláss í fjórðingsfinaluni, sum verður hósdagin. Úrslitið ber eisini við sær, at fraklendingar eru varpaðir úr kappingini.
Danmark og Føroyar fara at spæla fjórðingsfinalur. Klokkan 15.15 í morgin fara Føroyar og Danmark at dystast um, hvat av liðunum verður vinnari av bólkinum.
Føroyska liðið verður neyvan í stinnastu uppstilling í morgin.
Í samrøðu við 3-2 hjá KvF eftir dystin í kvøld segði annar av venjarunum hjá føroyska liðnum Hjalti Mohr Jacobsen soleiðis:
-Nú er so stutt fráliðið, at vit ikki hava tosað um, hvussu tað verður í morgin. Tá ið vit nú hava tryggjað okkum pláss í fjórðingsfinaluni, so gevur tað lítla meining, at teir, sum hava verið nógv á vøllinum, fara at spæla nógv í morgin. Tað ræður um, at allir vera tøkir hósdagin, sigur Hjalti Mohr Jacobsen, sum rósar sínum monnum fyri øgiliga avrikið í kvøld:
-Vit vóru frammanfyri 4-2, og so var Frakland frammanfyri størsta partin av tíðini, áðrenn vit at enda fingu teir aftur og vunnu. Tað vóru verjan og málverjin, sum síðstu løtuna vóru sum bergið, so Frakland bara skoraði tvey mál, meðan vit skoraðu fleiri mál og vunnu 28-27. Spælararnir kennast og eru vinmenn, og tað hevur stóran týdning, tá ið tað stendur so nógv á, sum tað gjørdi í kvøld, sigur Hjalti Mohr Jacobsen.