Ongi úrslit

Talið á fosturtøkum í Føroyum er tvífaldað hesi seinastu árini

Men tað eru framvegis nógvar ferðir færri fosturtøkur í Føroyum enn í øðrum norðurlondum

Áki Bertholdsen
Í gjár kl. 12:53

Hesi seinastu seks árini er talið á kvinnum, sum fáa fosturtøku í Føroym, tvífaldað. Tað vísir ein uppgerð, Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í Heilsumálum, hevur útvegað.

Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin, hevur spurt hana hvussu gongdin er í fosturtøkutalinum, og hvørji onnur tilboð kvinnur, sum vilja hava fosturtøku, fáa.

Uppgerðin hjá Súsannum Bertholdsen vísir, at fyri nøkrum árum síðani fór talið á fosturtøkum, at minkað munandi.

Í áttatiárunum vóru onkuntíð yvir 80 fosturtøkur í Føroyum um árið. Men síðani er talið minkað alla tíðina, niður í 30 fosturtøku í 2014, og so minkaði tað enn meiri, til í 2019, tá ið tað var lægst. Tá vóru 21 fosturtøkur í Føroyum.

Men síðani er tað hækkað aftur og í fjør vóru aftur 43 fosturtøkur í Føroyum. Talvan niðanfyri vísur hvussu nógvar fosturtøkur hava verið framdar í Føroyum seinastu 10 árini - og hvussu gamlar kvinnurnar, sum fingu fosturtøkum, vóru.

Men Súsanna Bertholdsen vísir annars á, at samanborið við hini Norðanlondini, eru munandi færri fosturtøkur í Føroyum enn í hinum Norðanlondunum.

Í talvuni niðanfyri sæst talið á fosturtøkum fyri hvørjar 1.000 barnsburðir í Føroyum og hinum Norðanlondunum í árunum 2014-2023.

Hagtølini omanfyri eru tikin frá norðurlendska hagtalsgrunninum Nomesco. Tølini fyri 2024 eru ikki tøk enn. Nomesco hevur ikki hagtøl hesum viðvíkjandi fyri Grønland.

 Landsstýriskvinnan sigur, at Sjúkrahúsverkið skrásetir ikki orsøkirnar til fosturtøku. Tað eru kommunulæknarnir ið tosa við kvinnurnar, sum vilja hava fosturtøku og tað er hann sum skal tryggja, at tær lúka lógarinnar krøv.

Heldur ikki kommunulæknarnir føra hagtøl yvir, hví kvinnur vilja hava  fosturtøku, sigur Súsanna Bertholdsen.

Næstan allar fosturtøkur verða framdar áðrenn viku 10-12. Men nakrar kvinnur fáa fosturtøku seinni og tað er tí at fostrið hevur álvarsligt brek, sum verður funnið við skanning í viku 18-20.

Men fosturtøka er ikki einasti møguleikin hjá kvinnum. Landsstýriskvinnan sigur, at er talan um sosialar trupulleikar, roynir kommunulæknin at lofta teimum í tann mun, tað letur seg gera, og at vísa kvinnunum hagar hon kann fáa hjálp.

Talan kann verða um Almannaverkið ella fosturtøkuráðgevingina hjá Gigni. Fosturtøkuráðgevingin hjá Gigni bjóðar kvinnum eitt óheft prát við ein heilsufrøðing, sum er fosturtøkuráðgevari. - og í hesum sambandi kann kvinnan verða dulnevnd.

Tað ber eisini til at fáa ráðgeving frá sálarfrøðingi, løgfrøðingi, sosialráðgevara ella øðrum fakfólkum, og tað er ókeypis.

Er talan um likamligar ella psykiskar sjúkur, kann kommunulæknin vísa kvinnuna til viðgerð á sjúkrahúsi. Eisini kann nevnast, at allar barnakonur fáa ymisk heilsufremjandi tilboð hjá kommunulækna og í Sjúkrahúsverkinum.

Súsanna Bertholdsen sigur eisini, í sambandi við fosturtøku, bjóðar Sjúkrahúsverkið altíð kvinnum ráðgeving um fyribyrging. Í hesum sambandi kunnu tær fáa spiral ella p-stav, ella hon kann fáa resept uppá fyribyrgjandi heilivág.

 

Mest lisið hesa vikuna