Í dag er seinasti dagur sum landstýrismaður í almenna- og mentamálum. Í morgin byrjar hann í starvi sum landstýrismaður í vinnumálum.
Eirikur skrivar á Facebook :
Takk fyri møguleikan sum landsstýrismaður í almanna- og mentamálum.
Um nakrar tímar skifti eg embæti, og vil við hesum fegin takka tykkum, sum eg havi samstarvað og verið í samband við hesa tíðina í almanna- og mentamálaráðnum.
Tit arbeiða øll hvønn dag fyri at gera Føroyar til eitt betri stað, og saman haldi eg vit eru komin nøkur fet fram á leið hesar seinastu næstan 9 mánaðirnar.
Á almannaøkinum haldi eg tað størsta vera, at vit í góðum samstarvi við kommunala geiran fingu gjørt tað soleiðis, at frá 1. januar skulu fólk undir pensjónsaldur við demensi og teirra avvarðandi ikki longur kunna enda sum ósemjur millum landið og tað kommunala. Nú hava kommunurnar ábyrgdina.
Men tað er eisini annað, sum eg eri sera fegin um.
Eitt er málið, sum ger, at arbeiðandi pensjónistar ikki longur fara at fáa rokning, um tað vísir seg, at teir okkurt ár arbeiða meira enn teir roknaðu við.
Eitt annað er økingin av hægsta markinum fyri mista arbeiðsinntøku hjá teimum, sum til dømis noyðast at vera heima hjá børnum við breki.
Eg eri eisini sera fegin um, at tað eydnaðist at finna fígging til at seta gongd á arbeiðið við tilhaldsstaði til ung við umfatandi sálarligum, sosialum og rúsevnistrupulleikum.
Og so fingu vit eisini sett spakan í til sambýlið við Rygsá, sum er ætlað vaksnum við autismu.
Á mentanarøkinum eri eg serliga fegin um, at Tjóðveldisflokkurin og samgongan settu eina munandi raðfesting til mentanarøkið í fíggjarlógaruppskotið.
Tað fer at lyfta nógv økir fram á leið, sjálvt um væl er eftir á mál.
Samstundis hevur tað verið ein fragd at stuðla og fylgja føroyskum menta- og ítróttarfólkum.
Tað er ógjørligt at lista alt upp, sum er hent. Men løturnar, tá Sakaris Stórá, Jón Hammer og hini fingu filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins, tá Vónbjørt Vang fekk bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, tá Føroyar vunnu á Spania til HM í Trier, tá MC Restorff fekk tónleikaheiðurin til FMA í Varpinum í Klaksvík, tá mentanarvirðislønir landsins vórðu handaðar á Eiði og tá Føroyar vunnu Oyggjaleikir á Orkney eru í øllum førum slíkt, sum eg ikki fari at gloyma.
Hendan síðsta vikan er í stóran mun farin fram í Trier í Týsklandi, har stóra sensatiónin var fríggjakvøldið og okkara modernaðu gladiatorar vunnu á Spania til HM, og í dag hølvaðu tær Paraguai av. Tjóðin er errin av tykkum! Bestu eydnu víðari til HM!
Men vit fingu eisini hesa vikuna sent lógaruppskot í hoyring um eftirlønarviðbót á fólkapensjónina hjá teimum, sum hava verið fyritíðarpensjónistar. Vónandi eydnast skjótt at fremja tað málið úr samgonguskjalinum.
Fyrsta dagin í hesum starvinum segði elsta dótturin við sjónvarpið, at tað altíð er spennandi at fáa eitt nýtt arbeiði.
Tá eg hugsi um morgindagin, so haldi eg, at hon hevur rætt.