Ongi úrslit

Tað verður fult umfar seinnapartin

2. umfar verður frá klokkan 15 og til klokkan 19 í dag

Jóannes Hansen
16. mars kl. 11:02

Annað umfar í ársins landskapping hja monnum verður í dag. Tríggir dystir vera klokkan 15, ein klokkan 16 og ein klokkan 17.

Í Gundadali fær B36 vitjan av KÍ, sum í fyrsta umfari vann 3-1 á heimavølli ímóti 07 Vestur, meðan B36 í síðstu løtu misti alt á gólvið í Runavík, eftir at árstalsfelagið 20 minuttir undan leikloki var frammanfyri 3-1.

HB, sum í fyrsta umfari vann 3-2 í Gundadali ímóti B68, er á veg vestur í Vágar, og triði dysturin klokkan 15 verður í Hólmanum á Eiði, har TB verður gestur. TB avrikið i fyrsta umfari, sum var á heimavølli ímóti Víkingi, bar eitt stig við sær, meðan EB/Streymur ikki enn hevur spælt, tí dysturin á Vágseiði síðsta sunnudag var avlýstur. Hann er settur at vera nú leygardagin 22. mars.

Klokkan 16 verður ársins fyrsti landskappingardystur á Svangaskarði. Tey í B68 kendu seg hava betri uppiborið í Gundadali enn 3-2 tap ímóti HB. Hjá FC Suðuroy er talan um fyrstu royndina í bestu deildini síðani 2015.

Hjá Víkingi var talan um vónbrot, tá ið tað endaði 1-1 á útivølli ímóti TB. Seint seinnapartin verður talan um grannauppgerð í Sarpugerði, har NSÍ verður gestur. NSÍ vann í fyrsta umfari 4-3 á heimavølli ímóti B36, og tá sást, at nógvu nýggju spælararnir av álvara gera mun.

 

Sunnudagin 16. mars

Víkingur – NSÍ: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 17.00

EB/Streymur – TB: Bjarki Danielsen kl. 15.00

B68 – FC Suðuroy: Kári J. á Høvdanum kl. 16.00

07 Vestur – HB: Árni Brandsson Petersen kl. 15.00

B36 – KÍ: Dagfinn Forná kl. 15.00

 

Mest lisið hesa vikuna

80 ára gamal og má búgva í bilinum

3. mai kl. 21:00

Nýmótans teknikkur fekk bil at koyra sikksakk - bilførarin meldaður

3. mai kl. 09:19

Sissal fingið forboð til Eurovision-sangkappingina

2. mai kl. 17:08

Astrið Foldarskarð er nýútbúgvin fangavørður

6. mai kl. 22:25

Tað er púra skeivt at seta ungdómin upp ímóti Suðuroyartunnilin

6. mai kl. 14:00

Løgtingsmaður: Børn hjá støkum mammum eru í størri vanda fyri at verða kriminell

2. mai kl. 09:05