Ongi úrslit

Summir fótbólts-áskoðarar gjørdu um seg í Havn

Løgreglan mátti upp í einar 3-4 ferðir

Áki Bertholdsen
1. august 2024 kl. 07:51

Í kvøld skal HB spæla dyst úmóti Hajduk Split úr Kroatia og í hesum sambandi eru einir 300 - 350 viðhaldsfólk hjá útiliðnum komnir úr Kroatia til Føroyar at heppa upp á sínar menn.

Men løgreglan sigur, at tað slepst ikki undan at teir síggjast aftur í býnum og støðan hevur eisini verið tann, at tað eru nakrir av útlendsku fjepparunum, sum hava víst ein rættilig ólátaðan og provokerandi atburð í náttarlívinum í Havn.

Skeinkistøðini hava loyvi at hava opið til klokkan tvey um náttina og løgreglan sigur, at eini 20-30 kroatar hava rættiliga verið í býnum, og einar tríggjar, fýra ferðir vóru teir so ólátaðir og provokerandi, at Løgreglan mátti á ymisk vertshús at leggja upp í, áðrenn tað endaði við slagsmáli - og fyri at fáa kroatarnar at dempa seg - og nakrar ferðir vórðu kroatar eisini koyrdir á dyr.

Í onkrum føri var stemningurin so ringur, at vertshúsini gjørdu bart og stongdu fyri tíð, fyri at tað ikki skuldi vinda upp á seg. Løgregln sigur kortini, at tað kom ongantíð har til, at talan var um slagsmál, ella um harðskap

Mest lisið hesa vikuna

Ein ungur maður vildi gera av við seg

27. juli kl. 08:40

Vilja koyra Framsókn úr Samgonguni - og fáa Miðflokkin upp í

25. juli kl. 17:15

Í kristnum samkomum hanga ísraelsk fløgg, meðan Ísrael leggur Gasa í oyði. Hví?

22 tímar síðan

Sera lítið skil á

29. juli kl. 10:30

Hvat svaraði amerikanski læknin John Johannesen uppá spurningarnar um gíslarnar í Gaza?

26. juli kl. 00:48

Ferðafólk við Smyrli fingu ampa av einum el-bili á biladekkinum

Í gjár kl. 17:25