Nú skulu vit ikki gera nakað, sum kann bera í sær, at Suðuroyartunnilin verður útsettur í eitt áramál - ella í ringasta føri, dettur heilt niður fyri.
Tað eru teir báðir suðuroyartingmenninir, Erhard Joensen úr Sambandsflokkinum, og Bjarni Hammer úr Javnaðarflokkinum, á einum máli um.
Nú Løgtingið viðger ætlanina at gera Suðuroyartunnilin, hevur ein ávís ónøgd tikið seg upp um linjuføringarnar. Mesta ónøgdin er um vegirnar eftir Traðarhamri til og frá tunlinum í Sandoynni, og um at tunnilin skal fara niður á Skarvanesi.
Í Suðuroy kemur tunnilin upp vestan fyri bygdina, og so skal nýggjur Sandvíkartunnil gerast og nýggjur ringvegur rundan um Hvalba. Men eisini í Suðuroy hava røddir verið frammi um at føra tunnilin heild til Hvalbiar fyri at sleppa undan so nógvari vegagerð í Hvalba.
Og tað tað eru eisini politikarar, sum rógva uppundir at kanna, serliga viðurskiftini í Sandoynni betur.
Ein av teimum er Johan Dahl úr Sambandsflokkinum, og Sólvit E. Nolsø úr Framsókn.
Annars hava allir politisku flokkarnir skrivað undir eitt semjuskjal um Suðuroyartunnilin.
Eftir semjuskjalinum fevnir verkætlanini um undirsjóvartunnil ímillum Sandvík og Djúpadal, norðanfyri Skarvanes, um tunnil ímillum Sandvík og Hvalba, umfarsveg í Hvalba, tunnilsveg í Sandvík, farleið frá tunnilsvegnum við Líðarenda til Sandoyartunnilin og farleið frá Líðarenda til Suðuroyartunnilin.
Men Erhard Joensen og Bjarni Hammer gera púra greitt, at nú mugu eingi stig takast, sum kunnu seta verkætlanina í vanda.
Teir siga, at teir fyrihalda seg til linjuføringarnar, Tunnuilsfelagið hevur lagt, tí teir hava ikki tekniskar førleikar til nakað annað.
Teir siga, at kann okkurt lagast til so tað verður til tað betra, er einki í vegin við tí. Hinvegin ivast Erhard Joensen í um tað yvirhøvur ber til at gera nakað við tað.
Men teir ávara ímóti at lata alla semjuna uppaftur. Tí eru teir samdir um, at »ballið skal ikki latast upp aftur, sum tikið varð til«
Teir siga báðir, at tað fer bara at grugga ætlanini og at seinka henni í fleiri ár, og kanska dettur verkætlanin heilt niður fyri.
Og teir eru eisini samdir um, at tað hevði verið ein ólukka fyri Suðuroynna.
Eisini Jacob Vestergaard ú Fólkaflokkinum, staðfestir, at hann heldur seg til tær linjuføringarnar, tunnilsfelagið hevur lagt fram.
Men hann skilur ikki nýggju ætlanina at leggja vegin ímillum Sandoyartunnilin og Suðuroyartunnilin eftir Traðarhamri.
Har heldur hann, at vit skulu halda okkum til upprunaligu ætlanina hjá tunnilisfelagnum at gera vegin í neðra, tí har kann hann liggja báðu megin Sandsvatn, og vegurin ígjøgnum Sandslíð hevur verið í umbúna í fleiri ár.
Honum dámar heldur ikki, at ein nýggjur ringvegur skal gerast rundan um Hvalba, men hann legði afturat, at spurningurin er, hvat letur seg gera.
Eisini Jenis av Rana vónar, at verkætlanin, sum hon liggur ní fær frið, uttan at farið verður at pilka ov nógv við hana - men ber til at gera onkrar ábøtur, eigur tað at verða gjørt.
– Verður tunnilin ikki gjørdur, hava vit avskrivað Suðuroynna, staðfesti Erhard Joensen - og tað heldur hann, at øll politiska skipanin er greið yvir.
Hann gjørdi eisini greitt, at bæði hann, og Sambandsflokkurin standa aftan fyri uppskotið, Løgtingið viðgerð.
Tað, Løgtingið viðgerð í hesum umfari, er at projektera Suðuroyartunnilin og vegirnar í tí sambandi og at bjóða arbeiðið út.
Tá ið tilboðini eru komin inn, skal Løgtingið viðgera málið enn einaferð og taka endaliga støðu til um tunnilin skal gerast, ella ikki.