Í gjár hendi eitt tekniskt brek við einum stórum lastbili, beint sum hann koyrdi ígjøgnum rundkoyringina uttan fyri Eysturoyartunnilin.
Løgreglan sigur, at hann fekk trupulleikar við girunum og fekk ikki koyrt. Tískil fór løgreglan á staðið at leiða ferðsluna ígjøgnum og tað tók tað mesta av einum tíma at fáa bilin burtur, so at ferðslan aftur gekk ótarnað.
Oyggjarvegurin verður lítið og einki brúktur longur, men kortini skulu bilførarar ikki heilt føla seg uttan fyri lóg og rætt, tá ið teir koyra har.
Í gjár varð ein bilførari tikin fyri at koyra 100 á Oyggjarvegnum og tað fær hann bót fyri. Annars kannaði løgreglan nógvar bilar í Vágum í gjár, men har var alt eftir bókini.