Ongi úrslit

Oddagrein: Stórhøllin Við Tjarnir er eitt meistarverk

Seinastu árini hava vit hoyrt um nógvar byggiverkætlanir, sum ikki hava eydnast. Landskassin hevur brúkt nógvar pengar uppá eykaútreiðslur til byggingar, ið eru seinkaðar og ikki hava gingið sum ætlað.

Dimmalætting
16. mars kl. 08:00

Tá ið stórhøllin við Tjarnir skuldi byggjast, vóru røddir frammi og spurdu, hví arbeiðið ikki varð boðið út alment og lagt undir Landsverk, sum er tann vanliga mannagondin fyri almennar verkætlanir her á landi. Nei, stundir vóru ikki til tað. Her mátti handlast. Um vit skuldu spæla landsdystir í høllini í 2025, var neyðugt at finna eina føroyska fyritøku, sum megnaði at gera eina so stóra verkætlan skjótt og væl. Valið fall á Articon. 

27. september í 2022 varð sáttmáli undirskrivaður um byggingina av nýggju stórhøllini í Hoyvík. Og  22. desember varð spakin settur í. 28. juni í 2024 varð høllin reist, og 15. februar 2025 var hon liðug og avhendað.

Høllin hevur 8.500 fermetrar klárar til alskyns tiltøk. Til konsertir kunnu verða 4.700 áskoðarar. 2.200 áskoðarar hava sitipláss til ítróttatiltøk, og aftrat teimum eru eisini fleiri hundrað standipláss.

Høllin er eitt satt meistaraverk. Beinanvegin tá ið fólk koma inn í høllina, merkja tey, at hetta er ein framúrskarandi høll. Ljóð, ljós, akustikkur og arkitektur ganga upp í eina hægri eind. Tað merkist, at her hevur verið hugsað um at gera eina høll, sum kann brúkast til nógv endamál. 

Hetta er tað, sum vit hava manglað, fyri at kunnu spæla altjóða hondbólsdystir i Føroyum. Gott er, at vit hava nakrar ungar hoyviksdreingir, sum ganga á oddá á hondbóltslandsliðnum og avliva mytuna um, at vit eru ov litil, vit eru ov fá, og vit hava ongan møguleika ímóti teimum stóru tjóðunum. Nú hava vit umstøðurnar í Føroyum, so mans og kvinnulandsliðið veruliga kunnu spæla stórdystir undir altjóða kørmum við dyggum stuðli av áskoðaraplássunum. Nú bíða vit spent eftir góðum úrslitum. Vit krevja einki, men vóna tað besta.


Mest lisið hesa vikuna

80 ára gamal og má búgva í bilinum

3. mai kl. 21:00

Nýmótans teknikkur fekk bil at koyra sikksakk - bilførarin meldaður

3. mai kl. 09:19

Sissal fingið forboð til Eurovision-sangkappingina

2. mai kl. 17:08

Astrið Foldarskarð er nýútbúgvin fangavørður

6. mai kl. 22:25

Tað er púra skeivt at seta ungdómin upp ímóti Suðuroyartunnilin

6. mai kl. 14:00

Løgtingsmaður: Børn hjá støkum mammum eru í størri vanda fyri at verða kriminell

2. mai kl. 09:05