Ongi úrslit

Stórdystur bíðar íslendingum

Átta dystir í HM endaspælinum eru á skránni í dag

Jonhard Hammer
22. januar kl. 15:25

Hvønn dag fram til og við sunnudegnum eru átta dystir í HM endaspælinum í hondbólti fyri menn, sum í hesum døgum er í Norra, Danmark og Kroatia.

Í norðurlendskum høpi er tað serliga áhugavert, at bæði Norra og ìsland í dag fara í eldin.

Hjá norðmonnum hevur tað ikki gingið nakað serligt. Tað er tó framvegis møguleiki fyri, at Norra fer at megna at vinna seg í fjórðingsfinaluna. Um tað skal eydnast, so er fyrsta treytin, at Norra vinnur allar dystirnar í miðumfarinum. Í kvøld verður Spania mótstøðuliðið.

Hjá Íslandi hevur tað higartil gingið rættiliga væl. Í miðumfarinum er fyrsta mótstøðuliðið Egyptaland, og í kvøld fara Ísland og Egyptaland at spæla um oddasessin í bólkinum í miðumfarinum. Felags fyri Ísland og Egyptaland er, at tey higartil hava fulla úrtøku í hesum HM endaspælinum.

Um tað eydnast øðrum liðnum at vinna í kvøld, so verður talan um stórt stig á leiðini ímóti plássi í fjórðingsfinaluni.

 

Í dag

Klokkan 14.30

Brasil – Kili

Slovenia – Argentina

Kuba – Bahrain

Klokkan 17.00

Svøríki – Portugal

Kap Verde – Kroatia

USA – Japan

Klokkan 19.30

Norra – Spania

Egyptaland - Ísland

 

Mest lisið hesa vikuna

Tað sker í eyguni á tveimum løgtingslimum

Í gjár kl. 16:40

Kolldømdu øll framstig tí tey vildu ikki hava sammøður upp í

15 tímar síðan

Marianna, Jasmin og Dania eru skuffaðar og skelkaðar.

8. mars kl. 20:55

Høgni Hoydal er slett ikki so tvørur sum hann hevði stúrt fyri

13 tímar síðan

Gamal kenningur aftur á Løgting í nakrar dagar

18 tímar síðan

Mæla frá at lokka oljufeløg til Føroya at leita eftir olju

9 tímar síðan