Ongi úrslit

Stóra søgan er at Árni og Géza eru á landsliðnum

Sølvi Vatnhamar er ikki millum teir, sum í morgun hava fingið landsliðsboð

Jonhard Hammer
Í gjár kl. 10:16

Tað er óvæntað og hugaligt, at Árni Frederiksberg er aftur á landsliðnum.

Hin søgan er, at Géza Dávid Turi fyri fyrstu ferð er á listanum. Tað er hann, nú formligu viðurskiftini viðvíkjandi passinum eru komin upp á pláss.

-Tað eru nógvir spælarar at velja ímillum. Tí eru onkrir góðir spælarar sáldaðir frá. Hugaligt er tað, at Árni Frederiksberg og Géza Dávid Turi eru tøkir. Avrikini hjá teimum tala fyri seg sjálv, sigur Eyðun Klakstein, og hann leggur aftrat:

-Vit hava ikki lovað Árni nakað uttan tað, at hann er úttikin. Hann hevur hugsað seg um og er komin til ta niðurstøðu, at hann er tøkur aftur, og tað fegnast vit um, sigur landsliðsvenjarin, sum eisini fegnast um, at Géza Dávid Turi er tøkur:

-Nú brúkar hann alla sína tíð upp á fótbóltin, og vit hava í Víkingi sæð, hvussu dugnaligur hann er, bæði í framrættaða partinum og eisini sum pressspælari, sigur Eyðun Klakstein.

Merkisvert er tað, at Sølvi Vatnhamar ikki er á listanum. Heldur ikki er tað pláss fyri Klæminti A. Olsen og Jóan Símun Edmundsson. Jóannes Bjartalíð er ikki á listanum, tí hann er skaddur.

Landsliðið fer at spæla í Kekkia leygardagin 22. mars og týsdagin 25. mars í Montenegro.  

Málverjar

Bárður á Reynatrøð

Ari í Haraldstovu Petersen

Mattias H. Lamhauge

 

Verja

Odmar Færø

Arnbjørn Svensson

Andrias Edmundsson

Gunnar Vatnhamar

Viljormur Davidsen

Jann J. Benjaminsen

Samuel Johansen Chukwudi

Jóannes K. Danielsen

 

Miðvallarar

Hallur Hansson

Hanus Sørensen

René Shaki Joensen

Géza Dávid Turi

Brandur Hendriksson Olsen

Poul Kallsberg

Árni Frederiksberg

Noah Mnéney

Adrian Justinussen

 

Áslopsspælarar

Petur Knudsen

Páll A. Klettskarð

Meinhard E. Olsen

Mest lisið hesa vikuna