Ongi úrslit

Stór málningaframsýning við Løkin

Tilsamans sýna eini 30 listafólk fram omafyri 100 listaverk

NSÍ stuðlar
20. apríl kl. 11:45

Eitt stórt tal av listaverkum verða sýnd fram í Skúlanum við Løkin í Runavík báðar páskadagarnar. Aftur í ár skipa NSÍ Stuðlar fyri framsýningini, og eisini hesaferð eru fleiri av okkara fremstu listafólkum við.

Í fjør tóku NSÍ Stuðlar stig til at skipa fyri listaframsýning í Runavík. Tað er ikki nakað nýtt tiltak sum so, tí í mong harrans ár var listaframsýningin í Runavík fastur táttur hvørjar páskir.

Tá var tað Lions Club Eysturoy, sum í meira enn 30 ár skipaði fyri, men seinnu árini hevur eingin framsýning verið – til nú.

NSÍ Stuðlar hava nú tikið táttin uppaftur, og báðar páskadagarnar kann listaframsýningin síggjast í Skúlanum við Løkin frá klokkan 14 til 20.

Tilsamans sýna eini 30 listafólk fram omafyri 100 listaverk, og millum listafólkini eru so kend nøvn sum Kári Svenson, Anna Mohr, Hilmar J. Højgaard, Livar Nysted og fleiri onnur.

Í ár verður tað býráðslimurin Petur Hansen, ið fer at seta framsýningina, og tað verður klokkan 14.30 páskadag klokkan 14. Talan er um eina søluframsýning, so her er eitt gott høvi hjá fólki at ogna sær góða list.

Atgongumerkið er samstundis lutaseðil, so ein heppin vitjandi kann við bara 50 krónum sum innsatsi vinna ein málning. Eisini fæst ein drekkamunnur til keyps og okkurt gott afturvið.

 

Mest lisið hesa vikuna

80 ára gamal og má búgva í bilinum

3. mai kl. 21:00

Nýmótans teknikkur fekk bil at koyra sikksakk - bilførarin meldaður

3. mai kl. 09:19

Astrið Foldarskarð er nýútbúgvin fangavørður

6. mai kl. 22:25

Tað er púra skeivt at seta ungdómin upp ímóti Suðuroyartunnilin

6. mai kl. 14:00

Framferðin hjá Ísrael er fólkamorð - og her valdar tøgn

Í gjár kl. 08:40

Suðuroyartunnilin: Hetta er ein leikur sum fer fram

6. mai kl. 13:00