Ongi úrslit

Stóð við opnum munni og polyppum

© Emil Nicolai Helms/Ritzau Scanpix/Scanp
Jóhanna Højgaard
Í gjár kl. 20:45

Føroyska songkvinnan Sissal stóð við opnum munni og polyppum, tá telefonin ringdi og hon fekk í boði at gerast ein av Danmarks djarvastu dansarum í TV 2 sendingini "Vild med dans".

- Eg var ógvuliga bilsin. Eg hevði ongantíð ímyndað mær tað í mínum villasta hugflogi, sigur 30 ára gamla songkvinnan.

Sjálvt um hon vann Dansk Melodi Grand Prix í mars, og harvið eisini skuldi vera partur av altjóða útgávuni, Eurovision í vár, helt hon ongantíð, at hon fór at fáa møguleikan at vera partur av dansisendingini.

- Eg kenni meg als ikki kendan, als ikki. Eg undrist eisini altíð, um eg gangi á einum reyðum leypara. Eg hati reyðar leyparar tí eg hugsi altíð: "Hvat um tey ikki vita, hvør eg eri? Segði hon við miðilin MSN.

Nú fáa hyggjarar og myndafólk á reyða leyparunum so ein enn betri møguleika at læra hana at kenna, tá hon nú hevur lagt mikrofonina niður, og letur seg í dansiskógvarnar hvørt fríggjakvøld í heyst.

Í "Vild med dans", sum í gjár hevði sína næstu sending í sínum seinasta kappingarári, dansar hon við professionella dansaranum Eugen Miu, sum vann sendingina í fjør, og tey komu víðari.

Sissal er væl vitandi um, at tað at luttaka í sendingini kann føra til meira, sjálvt um tað ikki er ein beinleiðis ambitión hjá henni.

- Letur tað upp fyri nøkrum møguleikum fyri mær, sum eg haldi eru kul, fari eg sjálvandi at umhugsa tað. Men fokusið hjá mær er framvegis tónleikur, og tað er mín dreymur, sigur hon og útgreinar:

- Tað er meira persónligt fyri meg, tí eg fokuseri nógv uppá tónleik og at kunna liva av honum.

Hon heldur avgjørt ikki, at musicals verður ein stórur partur av hennara framtíð.

- Eg dugi at syngja, og eg dugi at læra at dansa, men eg dugi als ikki at spæla sjónleik. 

Nú blaki eg meg sjálva undir bussin, og fái einki bjóðað, sigur hon og flennir.

Mest lisið hesa vikuna

So nógv kosta tóm hús

2. oktober kl. 10:17

Nú nærkast at tað verður bíligari at koyra ígjøgnum tunlarnar

29. sepember kl. 10:10

Nú taka 84 læknar undir við fríari fosturtøku í Føroyum

3. oktober kl. 11:10

Tingkvinnan fyri Framsókn ger ikki sum leiðslan í flokkinum vil

30. sepember kl. 18:00

Fóru inn í kirkjuna og tømdu kirkjubússurnar

30. sepember kl. 08:08

Stóð við opnum munni og polyppum

Í gjár kl. 20:45