Ongi úrslit

Spyr løgmann um ætlanin er at forða muslimum at virka í Føroyum

Áki Bertholdsen
4 tímar síðan

Hevur Landsstýrið nakra ætlan um at forða fyri at fremmand trúarsamfeløg at virka í Føroyum?

Tað er spurningurin, Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin, nú vil hava Aksel V. Johannesen, løgmann, at svara upp á.

Herfyri frættist at ætlanin er at seta ein muslimskan depil á stovn í Føroyum. Tað fekk Jenis av Rana at spyrja Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, um ætlanin er at gera nakað fyri at forða fyri at vit fáa fremmand trúarsúmbol í Føroyum.

Svarið frá Sirið Stenberg var eitt sindur flótandi, tí hon vísti á, at í øðrum londum eru lógir um trúaramfeløg. Og hon heldur eisini, at tað er vert at viðgera, um tørvur er á slíkari lóggávu í Føroyum.

Les eisini: https://dimma.fo/grein/ongar-serligar-fordingar-eru-fyri-at-byggja-ein-muslimskan-depil-i-foroyum

Men Jenis av Rana staðfestir, at við hesum er tað ikki greitt um ætlanin er at seta slíka lóggávu í verk ella ikki.

Og tí vil hann nú hava løgmann at greiða frá um Sirið Stenberg bara svarar fyri seg sjálva, ella um landsstýrið fer at leggja eitt uppskot fyri Løgtingið um hvørji trúrarsamfeløg tað skal vera loyvt at hava í Føroyum, og hvørjum tað ikki skal vera loyvt at hava í Føroyum.

Jenis av Rana sigur, at millum manna verða fleiri serliga týdningarmiklar orsøkir nevndar fyri, hví vit ikki skulu loyva muslimum at byggja eina mosku í Føroyum.

Í hesum sambandi verður víst til tær royndir, tey hava gjørt sær í øðrum londum, eisini okkara grannalondum.

Tað snýr seg eisini um atlit til almenna friðin og samhaldsfestið í einum lítlum samfelagi, sum okkara

Og tað snýr seg eisini um at forða fyri paralellsamfeløgum og um at verja føroyska mentan, føroysk virði og fólkaræðið.

Mest lisið hesa vikuna

Nógvir føroyingar í kirkju í Oslo í morgun

18. januar kl. 15:46

Turrur fiskur gevur styrki og orku

17. januar kl. 16:19

Hann stúrir fyri gongdini við útlendingum í Føroyum - nú skulu tøl á borðið

13 tímar síðan

Myndir: Lív í umborð

15. januar kl. 19:20

Nú geva tunlarnir ikki longur hall

19. januar kl. 09:34

Pápi og tvey børn sluppu óskadd frá ferðsluóhappi

18. januar kl. 09:41