Sum heild er einki, sum forðar fyri, at ein muslimskur depil verður bygdur í Føroyum - ella ein moské.
Tað skilst, nú Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur svarað einum spurningi frá Jenisi av Rana, løgtingsmanni fyri Miðflokkin.
Herfyri frættist at ætlanin er at seta ein muslimskan depil á stovn í Føroyum.
Tað fekk Jenis av Rana at spyrja landsstýriskvinnuna, hvørjar mannagongdir eru faldandi fyri fremmand trúarsúmbol í Føroyum.
Og hann vildi eisini hava at vita um ætlanin er at gera nakað fyri at forða fyri, at fremmand trúarsúmbol verða sett upp í Føroyum.
Sirið Stenberg sigur, at ongar serstakar mannagongdirnar eru fyri at seta fremmand trúarsúmbol í Føroyum - og tað er heldur ikki neyðugt at søkja um tað.
Men alt eftir hvussu stór tey eru, og hvar tey verða sett upp, kann tað vera neyðugt at søkja um byggiloyvi, hóast talan bara er um eitt stórt súmbol og ikki ein bygning.
Annars eru ongar serligar lógarreglur fyri at byggja moskur, ella aðrar átrúnaðalig bygningar, í Føroyum.
– Slík høli koma undir tær vanligu reglurnar um at byggja og at bygningar. Tað vil siga, at tað er neyðugt at søkja um byggiloyvi til at byggja eina mosku akkurát sum tað er neyðugt at søkja um byggiloyvi til alla aðra bygging.
Og annars eru tað byggisamtyktirnar í teimum ymsu kommununum, sum gera av, hvat bygningar, sum heild, kunnu brúkast til.
Tað er heldur ikki neyðugt við nøkrum serligum loyvi frá landsstýrinum til at nýta høli til átrúnaðarlig endamál, sirið Sirið Stenberg.
Vit hava lógir um Fólkakirkjuna, men annars er tað rættiliga avmarkað, hvat er til av lógum um onnur trúarsamfeløg.
Annars staðfestir Sirið Stenberg, at rætturin at útinna sín átrúnað er vardur í Evropiska Mannarættindasáttmálanum, sum eisini varð settur í gildi í Føroyum í 2000.
Og mannarættindasáttmálin er yvir lógum, sum Løgtingið samtykkir.
– Átrúnaðarfrælsið, savningarfrælsið og forboðið móti mismuni, eru grundleggjandi mannarættindi, sum eisini fevna um møguleikan at hava høli, ið eru neyðug fyri at dyrka sín átrúnað, sigur Sirið Stenberg.
Skulu mannarættindini avmarkast, kann tað bara gerast við eini greiðari lóg. Og ein slík lóg má hava eitt týdningarmikið og samfelagsligt endamál, so sum at verja almennu trygdina, friðin, heilsuna, ella rættindi hjá øðrum.
Tað merkir eisini, at inntrivini skulu neyðug, og tey mugu ikki verða harðari enn neyðugt fyri at røkka endamálinum.
Skulu beinleiðis inntriv gerast ímóti einum ávísum trúarsamfelagum, ella átrúnaðum, skulu serliga týdningarmiklar orsøkir vera til tað.
Sirið Stenberg sigur, at í Mannarættindadómstólinum í Strasbourg eru kortini dømi um, at slík inntriv eru góðtikin, har atlitini til almennu trygdina ganga framum átrúnaðarligu atlitini hjá fólki.
Men hetta eru undantøk, leggur hon afturat.
Landsstýriskvinnan sigur, at ætlanin er ikki at seta tiltøk í verk sum skerja mannarættindi hjá fólki.
– Slík tiltøk høvdu neyvan heldur verið í samsvari við tær altjóða skyldur, sum Føroyar hava bundið seg til, sigur hon.
Hinvegin vísir hon á, at í øðrum londum er lóggáva um trúarsamfeløg og hon heldur, at tað er vert at viðgera, um tørvur er á slíkari lóggávu í Føroyum.