Tað hevur verið ein tungur burður at gera Fámjinstunnilin lidnan - men nú líður av álvara.
Sum vit hava skrivað, er sjálvt tunnilsarbeiðið liðugt og í gjár var so dagurin, har byggifyritøkan, J&K Petersen, sum hevur staði fyri arbeiðnum, handaði Landsverkið tunnilin, og vegirnir til og frá tunlinum.
Tunnilin er 1.200 metrar langur og kostar 285 milliónir. Tá ið hann sostatt varð handaður Landsverki í gjár, var tað eitt ár seinni, og120 milliónir dýrari enn, enn ætlað.
Men tey hava eisini verið forfylgd av óhappum.
Eitt nú hevur fjallið verið so ringt at bora ígjøgnum, at undanfarni stjóri í Landsverki segði rætt og slætt, at hetta er ringasta fjall í Føroyum at bora berghol ígjøgnum.
Úrslitið er, at nakrar ferðir eru stórar nøgdir av gróti og egri rapað undan loftinum og tað hevur seinkað arbeiðnum í mánaðir, tí tað var so umfatandi at rudda aftur.
Nú eru nøkur arbeiði eftir at gera, men Landsverk hevur sum mál, at tunnilin skal takast í nýtslu seinast í juni.
Men tað, sum nú er eftir at gera, er at leggja allar tær elektrisku installatiónirnar í tunnilin, tað er bæði ljós og trygdarskipanir.
Tað er eitt arbeiðið, sum tey á EL-Service á Skála eru farin undir, og samstundis skal tunnilin vatntryggjast betur og tað arbeiðið verður gjørt samstundis.
Alt tað arbeiðið skal verða liðugt um smáar tríggjar mánaðir, ella í juni mánað, og tá kann tunnilin takast í brúk.
Sigurd Ó Vang, verkætlanarleiðari, segði við okkum í farnu viku, at tað, sum so er eftir at gera, er at breiðka vegin frá tunnilsmunnanum og oman til Fámjins.
Ætlanin er at breiðka vegin, so langt, sum tilfar játtan røkkur, men endamálið er at koma oman til svingið við Hundagjógv. Tað er tað síðsta svingið, áðrenn komið verður oman í sjálva bygdina og tað er har, bingjuplássið hjá IRF er.
Verkætlanarleiðarin sigur, at vegurin verður ikki gjørdur heilt liðugur, men hann verður breiðkaður og gjødur so at tað verður hampiligt at koyra eftir tí partinum av vegnum, sum hann er breiðkaður.
Samráðingar eru við hagarnar um at útvega lendi og vónandi verður farið undir tað arbeiðið í summar, og tað varar í nakrar mánaðir.
Men Sigurd Ó Vang leggur dent á, at hetta forðar ikki fyri, at tunnilin kann takast í brúk. Sostatt er hevur Landsverk sett í kalendaran, at Fámjinstunnilin skal lata upp fyri almenninginum í juni, kanska seinast í juni - men endaligi dagurin er ikki ásettur enn.
Her eru nakrar myndir, sum Landsverk hevur tikið, og sum vísa, hvussu tunnilin sær út, nú hann er liðugur.