Ongi úrslit

Sól og D-vitamin

Jóhanna Højgaard
29. apríl kl. 18:02

Sól er ikki tað vit hava mest av á okkara leiðum, men tað finnast tibetur ráð fyri tí, tí solstrálir er nakað við hava fyri neyðini at fáa á okkum. Alt tó við máta, tí ov nógv sólarljós kann eisini elva til krabbamein.

UV-geisling frá sólini er samansett av UVA, UVB og UVC. 

Tá húðin verður útsett fyri UVB-geisling, verður D-vitamin ment í  kroppinum. Høvuðsuppgávan hjá D-vitamin er at hjálpa  kroppinum at upptaka kalsium, og er tað tí neyðugt fyri beinagrindina, men eisini fyri vøddarnar.

Manglandi D-vitamin økir tí eisini um vandan fyri beinbroyskni, og kann elva til vøddapínu og veikleika sum heild.

Upptøkan av D-vitamin fer fram í tarminum, og verður umskapað í nýrunum og livrini.

Umframt hettar, verður granskað í um vitaminið eisini fær kroppin at framleiða hormonir, sum hava jaliga ávirkan á bæði heilan og livrina.

Matvørur sum fiskur, kjøt, egg og mjólkarúrdráttir innihalda D-vitamin.

Serliga feitur fiskur sum sild, makrelur og laksur. 

So um man ikki sleppur suðureftir í feriu, kann man í øllum førum royna at eta so nógv sum gjørligt, av hesum og øðrum vørum, eitt nú kjøti.

Vegetarar og veganara kunnu fáa eyka D-vitamin í soppum.

Fólk við myrkum húðaliti, børn yvur 4 ár og kvinnur sum eru við barn, hava eyka brúk fyri d-vitamin.

Sundhed.dk

Mest lisið hesa vikuna

Út av lagið vánaligt

Í gjár kl. 18:00

Hetta er hamrandi órættvíst - og hetta standi eg ikki modell til

1. august kl. 08:50

Tvøroyrar kommuna biður um hjálp

3. august kl. 16:00

Vilja hava útlending vístan úr Føroyum

Í gjár kl. 07:41

Mein Kampf og Kári Sverrisson

4. august kl. 19:00

Suðuroyarsiglingin hjá Galaxy er framskundað eina viku

1. august kl. 13:35