Ein russisk sjónvarpsrás vísti eitt brot úr “Kamchatka Cancer Centre” har eitt hold av skurðlæknum megnaðu at verja sjúklingin, og at halda fram at viðgera hann undir skjálvtanum.
Sí Skurðviðger
Higartil hevur ikki verið boð um at nakar saknast ella er deyður eftir flóðaldu-ávaringarnar, sum vóru givnar fyri nógv lond kring Kyrrahavið.
Filipsoyggjar og Hawaii hava avlýst sínar ávaringar, og japanska veðurstovan niðurskrivar ávaringarnar fyri fleiri øki.
Men framvegis er vandi fyri flóðaldumaldum í norðara parti av Kalifornia. Harumframt er Kolumbia eisini farið undir at flyta fólk úr økjum sum liggja næst sjónum
Jarðskjálvtin sum elvdi til allar ávaringarnar, var umleið 119 kilometrar eystanfyri russiska býnum Petropavlovsk-Kamchatsky, sum hevur 180.000 íbúgvar.
Á Kamchatka-hálvoynni vóru fleiri eftirskjálvtar at føla. Onkur heilt upp í 6,9 á Richter-stiganum
Borgarstjórin í Severokurilsk, Alexander Ovsyannikov, sigur, at havnin í býnum var floymd av tsunami-aldum, sum skolaðu bátar og skip til havs. Men hann segði, at har tó eingin stórur skaði var skrásettur.
Streymveitingar eru stongdar og myndugleikarnir kannaðu streymnetið eftir flóðalduna.