Ein jarðskjálvti, sum var máldur til 8,8 á Richter-stiganum, rakti umleið klokkan 00.30 føroyska tíð út fyri Kamchatka í Russlandi.
Hettar er størsti jarðskjálvti sum er máldur síðani 2011, og møguliga 6. Størsti sum nakrantíð er máldur.
Myndugleikarnir hava lýst undantaksstøðu í russiska býnum Severo-Kurilsk, har tríggjar flóðaldur longu hava rakt býin. 2400 fólk eru flutt burtur.
Skip sum lógu at kai, vóru tikin av aldunum og liggja nú úti í sundinum, út fyri býin.
Eisini havnaundirstøðukervið hevur fingið skaða. Hinvegin standa allir bygningarnir í býnum framvegis, upplýsir russiska tíðindastovan Tass.
1,9 milliónir fólk eru biðin um at rýma í Japan, og myndugleikarnir hava ávarað um, at flóðalda kan halda fram at raka landið, í upp til eitt samdøgur eftir jarðskjálvtan.
Hawaii væntast eisini at vera rakt av flóðalda í næstum. Í Kalifornia vera borgarar bidnir um at halda seg burtur frá strondini.
Strondverjan hjá USA (USCG Oceania) gevur øllum vinnuskipum ella handilsskipum boð um at fara úr havnunum á Hawaii. Nýggj skip sleppa heldur ikki inn í havnirnar longur.
Ávaring um flóðaldu hevur eisini verið fyri Kina, Filipsoyggjarnar, Indonesia, Nýsæland og Meksiko.
Hetta er tó ikki ein avgjørd ávaring – fólkið er ikki flutt burtur her enn.
Eisini í Peru, Chile og Galapagosoyggjunum verða í løtuni framdar fyribyrgjandi rýmingar í løtuni, skrivar BBC.
Sí sjónband Jarðskjálvti á 8,8
Sí eisini Flóðalda rakar Hawaii