Ongi úrslit

Skulu brúka tað mesta av 2026 upp á at umvæla H-bygningin

H-Bygningurin á Landssjúkrahúsinum, sum er tann myrki bygningurin fremst á myndini, er so illa frágingin, at hann krevur stórar, bráðneyðugar ábøtur
Áki Bertholdsen
12 tímar síðan

Nýggi H bygningurin varð ikki tann sólskinssøgan, hann skuldi vera. Fyri tað fyrsta kostar hann fleiri ferðir so nógv, hann upprunaliga skuldi kostað, og nú nærkast hann milliardini.

Men hóast tey nóg illa eru flutt inn, er tað longu skilligt, at bygningurin er so illa frágingin, at tað er bráðneyðugt við umfatandi ábótum, skal hann ikki fáa álvarsligar skaðar.

Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin, hevur nú biðið landsstýriskvinnuna í heilsumálum greiða frá, hvussu tað kundi ganga so galið, og hvat tað fer at kosta at bøta upp á byggifuskið.

Súsanna Bertholdsen sigur, at talan er um eina drúgva verkætlan, sum tað hevur tikið 15 ár at fullføra.

Í fjør heitti Landsverk á Sorinskrivaran um at seta sýnsmann at meta um bygningin, tí tað lak illa um vindeyguni, framsíðuna, og aðrastaðni.

Sýnsmaðurin er komin til ta niðurstøðu, at orsøkirnar til lekarnar eru bæði vánaligt hondverk, vánaligt tilfar, manglandi eftirlit, og projekteringsfeilir.

– Tað vil siga, at tað snýr seg bæði um ábyrgd hjá arbeiðstakaranum í sambandi við framsíðuna, og hjá høvuðsráðgevanum í sambandi við eftirlitið, sigur landsstýriskvinnan.

 Landsverk hevur sett seg í samband við partarnar í málinum fyri at vita, hvørja støðu teir hava til málið, og um teir hava í hyggju, at umvæla og bøta aftur um feilirnar

– Higartil hava partarnir ikki givið ábending um, at teir vilja umvæla og bøta aftur um feilirnar, sigur Súsanna Bertholdsen.

Tí hevur Landsverk gjørt av at leggja málið fyri Gerðarrættin og tá ið rætturin er komin til eina niðurstøðu, verður endalig støða tikin til endurgjaldskrøv.

Landsverki sigur, at at talan er um eina stóra umvæling. Ætlanin er at byrja í heyst, og so aftur í vár.

– Enn ber ikki til at siga, hvussu tað fer at taka at gera neyðugu ábøturnar, men tað verður helst ein stóran part av næsta ári, sigur landsstýriskvinnan.

Enn ber ikki til at gera eina meting av, hvat umvælingarnar fara at kosta.

Tá ið málið er betur fyrireikað og tað er greitt, hvat skal gerast og útboð hevur verið, verður kostnaðarmetingin meiri neyv.

Støðan er t ann, at verða ábøtur ikki gjørdar, fer tað helst at halda fram at leka og tað fer at hava soppavøkstur við sær, og at bjálvingin verður oyðiløgd.

– Nakrir skaðar eru longu sjónligir, og stórur vandi er fyri enn fleiri skaðum av ymiskum slag, sum enn ikki eru sjónligir, sigur Súsanna Bertholdsen.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta fer helst at tálma príshækkingum á bústøðum

21. august kl. 12:30

Fekk bæði bót og klipp fyri at koyra niðan hendan vegin

21. august kl. 07:52

Stjól fyri 7.500 krónur í einum handli

20. august kl. 09:37

Soleiðis sær Galaxy út - innan

21. august kl. 17:34

Nú er neyðugt at verða serliga varin tá ið farið verður eftir nátungum

11 tímar síðan

Stjól fyri nakrar túsund krónur

20. august kl. 07:44