Hetta vikuskiftið verður talvkapping í Kolshøll á Eiði fyri at minnast Janus í Løðuni.
Janus í Løðuni var ein týðandi partur av talvfelagnum Róki, og vilja vit tí við hesi kapping minnast Janus, sum bleiv tikin frá okkum alt ov tíðliga. Janus andaðist 6. juli 2024, einast 46 ára gamal, siga fyrireikararnir.
Janus Open, sum kappingin eitur, verður ein partur av GP kappingini 2024/25 hjá Talvsambandinum og allir telvarar ið hava minni enn 2400 í rating, kunnu melda til. Telvað verður soleiðis:
1. - 3. umfar verður fríggjdagin klokkan 18
4. umfar verður leygardagin klokkan 10
5. umfar verður leygardagin klokkan 14
6. umfar verður sunnudagin klokkan 13.30
7. umfar verður sunnudagin klokkan 17
1. - 3. umfar verður telvað við tíðini 10 min. + 5 sek. pr. leik
4. - 7. umfar verður telvað við tíðini 60 min. + 30 sek. pr. leik
Tilsamans eru 25.000 krónur at vinna
Nummar 1 fær 5.000 krónur
Nr. 2 fær 3.000 krónur
Nr. 3 fær 2.000 krónur
Men harafturat eru tvær ratingsvirðislønir upp á ávikavist 1.000 krónur og 500 krónur í hvørjum bólki. Og bólkarnir eru hesir:
Undir 2200,
Undir 2000,
Undir 1800,
Undir 1600,
Einki ratingtal,
Besta kvinna, fødd eftir 2013 (u12),
Besta kvinna fødd eftir 2009 (u16),
Besta kvinna fødd kvinna áðrenn 1976,
Besta kvinna fødd áðrenn 1961.
Seinasta freist at melda til er í morgin, hósdagin. Tað kann gerast hjá Talvsambandinum og tilmeldingargjaldið er 100 krónur.
Yvir 80 telvarar hava meldað til, nógv teir flestu úr Føroyum, men eisini nakrir úr Danmark og nakrir úr Íslandi og úr Spania.