…hmm…mitt í øllum trumpalareigginum í verðini, kom eitt sprutt upp í tí hyljareyga av einum landi, sum tá tað hendingaferð er merkt á kortum, eitur „danmark udi færøe“…spruttið stóðst nú av øðrum sambandi kortini enn tí ríkisrættarliga…av sambandinum millum kynini…men tað sambandið hevur eitt í felag við hitt sambandið…tað skal eitast at byggja á javnræði…og tann fyrigyklingin vovin gjøgnum alt tilvit okkara um okkum sjálv…garn og veftur spunnin upp úr slíkum ongum sum gandafjøtrini, ið bundu Fenrisúlvin í norrønu gudasøgnini…og hóast hann ikki býður sær út av nógvum…hesin vevurin…lítið mætari enn ússaligasta eiturkoppaspinn…hava vit…eins og Fenrisúlvurin…ilt við at slíta okkum úr honum…íðan er hann effinett so sterkur, sum vit trúgva hann at vera…tað er gandurin…
…spruttið kom sjálvan kvinnudagin…áttanda mars…nakrar ungar kvinnur, sum tey seinnu árini hava brotið upp úr nýggjum í sínum listagreinum og avrikað munadygg verk…gjørdu eftir eina vikuskiftissending hjá Kringvarpinum alment vart við, hvussu lítið tær kærdu seg um at sita fastar í einum vevi av uppspunnum javnræði…hetta setti…eftir øllum at døma…ein sovorðnan hvøkk í føroyskt samtíðartilvit…í fleiri dagar var tað sum tú hoyrdi træðrir bresta… ein av øðrum… so tað sang eftir í gjøgnum allar miðlaðar heimar…so vítt og langt føroyskt samtíðartilvit røkkur…
…eg skilji væl kvinnur…bæði í Føroyum og aðrastaðni við…tá tær vilja troyttast av, at einki annað mát skal vera fyri teirra avrik…hvørji tey so eru…enn kynið…at verk, tær leggja úr hondum, ymiskt verða reivað í teirri blíðerpnu vælvild, sum børn gjarna fáa fyri at duga okkurt so dánt…ymiskt skúgvað til viks…tveitt fyri líkasæluna ella teir kjøtvitsins kjaftar, ið halda kvinnur ikki eiga at vera annað oman fyri nalvan á sær enn í mesta lagi bróstini…
…nú var eg sjálvur…fyri einum tjúgu árum síðan…kendari fyri ummæli…í bløðum og útvarpi…enn fyri mína skriving annars…ja, beinanvegin tiltikin… so illa eg fór við verkum og høvundum ofta…uttan nú veit eg ikki, um eg… samanumtikið… fór verri við kvinnuligum enn kallkynshøvundum…men hitt veit eg…alt ov væl… tað vóru tey hvøssu ummælini av verkum eftir kvinnur, ið vaktu mestan ans hjá almenninginum og vunnu mær rós frá fólki við áskoðanum javnan, eg ikki himprist við at kalla óhumsku…nú skal eg ikki bera í bøtuflaka fyri tey ummælini…sum so…íðan standi eg við tær metingar, eg gjørdi av viðkomandi verkum bókmentaliga tá…men helst sett tær øðrvísi fram nú…og í hesum viðfangi skal eg heldur ikki dylja fyri, at sum ummælari varð eg…uppi í miðlaljósmálanum… so hvørt yvirtikin…sum havnarmaðurin segði…av míni „berygtheit“…hon dreiv meg at gera alsamt harðligari av…og frekari…til harútí kom, at tað fór at kennast høpisleyst…bæði fyri meg sjálvan…og ikki síðst lesararnar…so eg gavst fyri tað mesta við ummælunum…og leggi, sum er, ikki í at ummæla annað enn tað, eg veit stendur seg listarliga…
…nú hevði tað eyðvitað kantað til hugmóð, um eg ætlaði meg sjálvan púra leysan úr fyrrnevnda vevi og øllum hansara træðrum av uppspunnum javnræði…ja, tað kann líka skjótt vera, at eg…eins og aðrir… sum Paulus sigur…síggi í spegli, í gátum…hvat kyni viðvíkur…og javnstøðu…men kortini…eitt er vist…og tað átti hvør at skilt, sum hevur eygu at hyggja við og oyru at lurta við…listin í sjálvum sær ger ongan mun á kyni…tíansheldur er hon langmóðig ella góðviljað…hon hvørki tolir, trýr ella ber nakað sum helst upp á onnur kor enn dygd…dygd…og aftur dygd…
…ella líka veit eg…soleiðis limraði íspegilin í morgun…:…
Um javnur við javna skal savnast,
Má javnan tann áskoðan havnast,
At kjøtvit um kyn
Er kjølrætt skyn
Á, hvussu vit hjálpast sum javnast.
At hvussu vit hjálpast sum javnast,
Jú men er tað ikki bara at favnast?
Sum mangur vil meina
Við mussi alleina
Øll kynini sælujavnt savnast.
Tá kynini sælujavnt savnast,
Tann sexarin fær alt at javnast,
so virðing og vit
vit halda fányt,
tá javnur við ójavna favnast.
…javnt má vera javnum líkt…