Ongi úrslit

Sjúrður er nýggjur í Sarpugerði

Nýggi hjálparvenjarin hjá Víkingi hevur royndir í starvinum eitt nú í KÍ og EB/Streymi

Víkingur.fo
10 tímar síðan

Víkingur og Sjúrður Jacobsen hava gjørt avtalu, sum inniber, at Sjúrður verður hjálparvenjari hjá Jóhan Peturi hjá Betri liðnum við monnum.

Sjúrður, sum er glyvrarmaður, men búsitandi í Klaksvík, hevur drúgvar royndir sum leikari og venjari. Hann hevur leikt yvir 300 dystir í Betri deildini fyri NSÍ, ÍF og EB/Streym, og so hevur hann verið hjálparvenjari hjá besta liðnum hjá EB/Streymi, Skála og fleiri ár í KÍ, undir Mikkjal Thomassen og Magna Hoseth. Seinasta árið hevur Sjúrður verið høvuðsvenjari hjá næstbesta liðnum hjá sundalagsmonnum.

Vit ynskja Sjúrði vælkomnum í Sarpugerð, og síggja fram til gott samstarv, skrivar Víkingur í kvøld.

Mest lisið hesa vikuna

Stjórin í strandferðsluni hevur fingið bót

29. oktober kl. 10:19

Mikkjal hongur í klønum tráði

29. oktober kl. 17:47

Í vanda fyri at missa koyrikortið

30. oktober kl. 08:15

Tórunn fekk ársins ADHD viðurkenningina

31. oktober kl. 12:32

So gekk tað tíverri ikki longur

31. oktober kl. 20:15

Kunning um Suðuroyartunnilin

2. november kl. 18:58