Í heyst vann Sirið Stenberg valið um sessin um oddafiskur í Tjóðveldinum eftir Høgna Hoydal, sum legði frá sær. Og í kvøld loysti Sirið Stenberg Høgna Hoydal av í landsstýrinum. Síðani fyri jól í 2022 hevur Sirið Stenberg verið landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum. Nú er hon landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum.
Sirið Stenberg fekk á løgtingsvalinum 8. desember 2022 455 persónligar atkvøður, og tá ið samgonga varð skipað, varð hon eitt av trimum landsstýrisfólkum fyri Tjóðveldi.
Tá ið somu samgonguflokkar, sum nú eru í samgongu, vóru í samgongu 2015 – 2019, var Sirið Stenberg landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum.