Stjórin á Net Páll Højgaard Vesturbú, boðar í kvøld frá, at umvælingin av skaðanum á SHEFA-2 kaðalinum millum Orkney og Skotland nú er liðug, og kaðalin varð settur aftur í rakstur fyrr í kvøld.
Brek kom á kaðalin leygarmorgunin 26. juli, tætt við Orkney.
Umvælingin tók eitt sindur longri tíð enn upprunaliga mett, millum annað vegna vánaligt veður í økinum fyrr í vikuni.