Shahin Gaini: - Fleiri viðgerðir í Føroyum

Ov nógvir føroyskir sjúklingar verða sendir til Danmarkar til viðgerðar, og teir fara uttan iva at gerast fleiri í tali í framtíðini. Spurningurin er, um heilsuverkið fer at hava ráð til hetta, heldur Shahin Gaini, sum sigur, at loysnin er leggja føroyska sjúkrahúsverkið um til at fremja meira gransking

Tað hevði verið ein stórur fyrimunur fyri føroyska sjúkrahúsverkið, um størri dentur varð lagdur á gransking, heldur Shahin Gaïni Gaïni, adjungeraður professari á Fróðskaparsetrinum. Mynd: Ingolf S. Olsen
Steinar Patursson
31. oktober 2022 kl. 12:44

Tað er ivasamt, um føroyska heilsu- og sjúkrahúsverkið er haldført frameftir, um haldast skal fram eftir verandi leisti. Alt ov nógvir sjúklingar verða sendir til Danmarkar til sjúkugreining og viðgerð, og ov lítið verður gjørt burturúr í Føroyum at framleiða gransking, sum so aftur kann hava við sær, at fleiri sjúklingar kunnu fáa viðgerð í Føroyum heldur enn aðrastaðni.

Tað heldur Shahin Gaïni, adjungeraður professari í smittusjúkum á Fróðskaparsetri Føroya.

Shahin Gaini heldur, at greiðir fyrimunir høvdu verið við at praktisera sokallað akademiskt medisin í Føroyum, sum í grundini inniber, at sjúkugreining og viðgerð verða bundin saman við undirvísing og gransking.

- Akademiskt medisin hevur tú vanliga har, sum tú hevur universitetssjúkrahús – har, sum sjúkrahúsið er knýtt at einum universiteti. Tá tú hevur læknaútbúgving, mást tú hava læknar, sum undirvísa. Og sum allar aðrar universitetsútbúgvingar, skulu útbúgvingarnar vera granskingarbaseraðar. Hetta merkir somuleiðis eisini, at undirvísararnir mugu vera aktivir granskarar ella hava granskað, sigur Shahin Gaïni.

Viðgerðir verða meira samansettar

Millum 2000 og 3000 føroyskir sjúklingar verða hvørt ár sendir av landinum til sjúkugreining ella viðgerð, einfalt tí antin vitanin ella tólini eru ikki til staðar í føroyska sjúkrahúsverkinum.

Hetta er ein trupulleiki, sum Shahin Gaïni metir fer at vaksa.

- Viðgerðir verða meira og meira kompliseraðar, vitanin gerst størri og størri, og tey, sum skulu standa fyri viðgerðini, blíva meira og meira spesialiserað. Samstundis verða einstøku sjúklingarnir eisini alsamt meira kompliseraðir, sigur hann.

- Kompleksiteturin økist í heilum, og hóast vit kunnu fáa fleiri og fleiri læknar, er ikki vist, at hetta verður nokk til at kompensera fyri tað. So endin verður, at vit noyðast at senda uppaftur fleiri sjúklingar av landinum, sigur Shahin Gaïni og vísir á, at føroyska sjúkrahúsverkið vanliga sendir sjúklingar til universitetssjúkrahús aðrastaðni, júst tey at tey eru universitetssjúkrahús og eru von við kompleksitet.

Blankokekk til viðgerðir

Tað er ikki uttan trupulleikar at senda sjúklingar av landinum, soleiðis sum tað verður gjørt í dag. Shahin Gaïni vísir á, at føroyska sjúkrahúsverkið, sum á vissan hátt er at meta sum eitt regionalt sjúkrahús aðrastaðni, ikki hevur somu fortreytir sum onnur regional sjúkrahús at senda sjúklingar til størru sjúkrahúsini til viðgerðar. 

- Vit eru 1.300 kilometrar frá Keypmannahavn, og á tann hátt kunnu vit ikki samanbera okkum við onnur sjúkrahús, sum liggja 20 kilometrar frá Ríkissjúkrahúsinum, og kundu senda ein sjúkling á Ríkissjúkrahúsið í einum sjúkrabili.

Men harumframt kostar tað eisini nógv at senda allar hesar sjúklingarnar av landinum til viðgerðar.

- Vit føroysku læknar hava ein blankokekk at senda sjúklingar av landinum, og tað eru ikki nógv onnur innan føroyska umsiting, ið hava so víðar heimildir. Vit kunnu í prinsippinum senda okkara sjúklingar avstað upp á okkara undirskrift.

Vitanarframleiðsla er ein fyrimunur

Fyri Shahin Gaïni hevði tað ístaðin verið ein greiður fyrimunur fyri føroyska sjúkrahúsverkið, um tað varð meira akademiserað, soleiðis at tað framleiddi egna gransking, sum so aftur hevði givið føroyskum læknum og føroyska heilsuverkinum betri fortreytir fyri at skilja og arbeiða við tí kompleksitetinum, ið framkomin  sjúkugreining krevur.

- Læknar, sum granska, hava hava vanliga eisini meira dagførda vitan enn læknar, sum ikki granska, tí teir halda seg dagførdar við vitanini rundan um okkum, sigur føroyski smittuserfrøðingurin.

Kann spara okkum pengar

Shahin Gaïni ásannar, at summi ivaleyst fara at síggja hetta sum eina útreiðslu aftrat fyri føroyska sjúkrahúsverkið og samfelagið. Men støðan er í grundini tann øvugta, heldur Shahin Gaini.

- Mín hypotesa er, at tað verður nógv dýrari fyri samfelagið, um vit ikki gera hetta. Eg haldi heilt greitt tað, at tað er samband millum granskandi læknar, høga fakligheit og gransking, og so sjúkugreining og viðgerð hinumegin. Vit høvdu kunnað framt nógv meira sjúkugreining og viðgerð í Føroyum, um vit praktiseraðu akademiskt medisin, og hetta hevði aftur spart okkum pening, tí tað er als ikki ókeypis, at senda sjúklingar av landinum.

- Eg roknaði upp á hetta einaferð. Vit senda millum 2.000 og 3.000 fólk av landinum um árið til viðgerð og kanningar. Í lutfalli til fólkatalið, svarar hetta til, at Ísland sendir 25.000 íslendingar avstað um árið, og Svøríki sendir eina hálva millión sviar avstað um árið. Vit eru sannlíkt heimsmeistarar í at senda sjúklingar út í heim, sigur hann. 

Okkum tørvar nýggjar fyrimyndir

Shahin Gaïni vísir eisini á, at hetta at praktisera akademiskt medisin, er eisini nakað, ið regionalu sjúkrahúsini í grannalondum okkara eru farin at gera, og sum dømi nevnir hann sjúkrahúsið í Bodø í Norra, sum er vorðið partur av universitetinum í Tromsø, og sum av somu orsøk eisini hevur egnar granskarar og fleiri lokalar framkomnar viðgerðir.

Í hesum sambandi heldur Shahin Gaïni, at vit í Føroyum kundu brúkt nýggjar fyrimyndir fyri okkara sjúkrahúsverk og vísir á Ísland sum eitt gott undangonguland og dømi.

- Íslendingar høvdu stóran læknamangul, og teir valdu longu í 1880 at seta á stovn læknaskúla í Reykjavík. Hóast tað var ein lítil sjálvstøðugur skúli, kundi tú fáa útbúgving sum lækni í Íslandi. Og endamálið var sjálvandi at fáa fleiri læknar til Íslands, tí tað komu ikki nóg nógvir læknar úr Danmark. Seinni legði læknaskúlin saman við universitetinum í Íslandi fyrst í farnu øld, og íslendingar hava havt læknaútbúgving í næstan 150 ár.

- Í dag viðgera íslendingar stórt sæð allar sjúkur lokalt í Íslandi, og næstan eingir sjúklingar verða sendir úr Íslandi til viðgerð uttanlands. Samstundis liggja íslendingar í toppinum í Evropa, tá tað kemur til læknaligar granskingargreinar í mun til fólkatalið, og teir hava ein sera høgan livialdur, ið týðir á eitt vælvirkandi heilsuverk, sigur Shahin Gaïni.

Politiska skipanin má traðka til

Shahin Gaïni sóknast tí eftir einum útspæli frá politisku skipanini, har stungið verður út í kortið, hvussu framtíðin hjá føroyska sjúkrahúsverkinum skal síggja út, og hvørji krøv politiska skipanin skal seta sjúkrahúsverkinum.

- Øll gransking, sum verður gjørd í sjúkrahúsverkinum í dag, kemur frá gólvinum og upp, og er í so máta ikki eitt produkt av sjúkrahúsverkinum sjálvum. Men politikkarar eiga at kunna seta sum krav, at gransking er nakað, sum sjúkrahúsverkið skal gera. Tað eru jú skattapengar, ið verða brúktir í sjúkrahúsverkinum.

- So kundi politiska skipanin sett sum krav, at sjúkrahúsleiðslurnar skuldu framleiða gransking. Tað kravið kundi verið um tal á vísindaligum greinum fyri hvørt ár, tal á ph.d lesandi, ella hvussu nógvir yvirlæknar hava eina ph.d. grad, sigur Shahin Gaïni.

Avgerðir skulu takast á røttum grundarlag

Somuleiðis kann økt gransking eisini tryggja, at heilsupolitiskar avgerðir verða tiknar á røttum grundarlag, heldur Shahin Gaïni.

- Eg haldi heilt vist, at tað hevði verið ein stórur fyrimunur at seta sum raðfesting at hava góðar dátur. Størstipartur av politiskum avgerðum innan heilsuverkið í dag verða tiknar á lokalpolitiskum grundarlag, kenslum, meiningum og hvat seinasta upplopið er í miðlunum. Betri hevði verið, um avgerðirnar vórðu tiknar við tí grundarlagi, at onkur hevði granskað og gjørt upp í góðum hagtølum, hvønn tørv heilsuverkið hevur á ymsu økjunum. 

- Politikkararnir mugu inn at seta krøv fyri heilsuverkið, men hetta verður ikki sett orð á. Avgerðir koma sum reaksjónir uppá, at læknar siga okkurt í miðlunum, men eg sóknist eftir, at avgerðirnar verða tiknar við støði dátum, og bestu dáturnar fáa vit frá gransking, sigur Shahin Gaïni.


Hendan greinin var upprunaliga at lesa í Dimmalætting nr. 39 í ár.