Ongi úrslit

Sær út til at vera tilætlað svik

Hetta er hvat summi halda, eftir at B.T. og Berlingske hava avdúkað eitt áður goymt skjal.

© Ludovic Marin/AFP/Ritzau Scanpix
Jóhanna Højgaard
Í gjár kl. 17:40

Tríggir flokkar úr reyða blokkinum krevja nú svar frá stjórnini.

"Enhedslisten", "SF" og "Alternative" er tað sum krevja svar frá donsku stjórnuni, eftir nýggju avdúkingina hjá B.T. og Berlingske, um strikaðu sms-boðini hjá Mette Frederiksen í minkamálinum, sum gekk fyri seg ímeðan Covid-lockdown var.

Hetta er eftir at B.T. og Berlingske hava avdúkað eitt áður goymt skjal, sum avdúkar nýggjar upplýsingar, um nógv umrøddu strikaðu SMS-boðini í minkamálinum.

Í skjalinum frá 2021 skrivar ein KT-serfrøðingur frá donsku verjufregnartænastuni millum annað, at Center for Cybersecurity, fór at brúka aðrar hættir at fáa strikaðu sms-boðini hjá Mette Frederiksen aftur úr minkamálinum, enn teir hættir sum løgreglan longu hevði roynt. 

Hetta er nógv í stríð við boðskapin, sum ymiskir ráðharrar hava borið fram yvir tíð, nevniliga at fregnartænastan ikki kundi vísa á aðrar hættir.

Øll tilgongdin skapti frustratión millum starvsfólk hjá frægnartænastuni.

Teir hildu, at leiðslan hjá teimun skrivaði eina ósanna útsøgn, sum skuldi brúkast til at niðurleggja SMS-málið.

Hettar hava B.T. og Berlingske hoyrt frá keldum við djúpari vitan um málið.

- Tá talan er um eitt mál, sum hevur so stóran almennan áhuga, so haldi eg, at tað er sera løgið, at tey ikki hava valt at brúka hesar hættir, sigur talskvinnan hjá Enhedslisten, Rosa Lund, og heldur fram:

-Nú sær tað veruliga út til, at stjórnin hevur okkurt at goyma. Soleiðis síggji eg tað. Tú kan kallað tað samspælsteori. Eg haldi ikki, at tað er tað.

Talskvinnan hjá "Sosialistisk Folkeparti", Karina Lorentzen Dehnhardt, er eisini ørkymlað av avdúkingini hjá B.T.

- Um tað vóru aðrir møguleikar at endurskapa tey sms-boðini, so áttu tey at sagt okkum rættiliga orduliga frá tí og roynt teir hættirnar, sigur hon við B.T.

- Flestu sms-boðini eru lukkutíð varðveitt, tí tey flestu fólkini, sum talan er um, høvdu ikki eina sjálvvirkandi strikingarfunktión sum til dømis forsætisráðharrin, leggur hon afturat.

"Sosialistisk Fólkaparti" tekur undir við bráðfeingis kanning, sum ein sameindur bláur blokkur hava kallað Peter Hummelgaard løgmálaráðharra, og Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharra inn til.

Tað ger "Alternative" eisini, sambært tingliminum hjá flokkinum, Sascha Faxe.

-Tað sær óivað út til, at málið var politiskt stongt frá hægsta stigi, sum sær út til at vera eitt tilætlað svik av fólkatinginum.

Nú mugu vit koma til botns í hesum málinum," sigur hon við B.T. og heldur fram:

Tí tað snýr seg um grundleggjandi fyrisitingarrættarligar meginreglur, álit á okkara skipan og álit á okkara stjórn. Vit mugu brúka øll tey parlamentarisku amboðini, sum fólkatingið hevur.

B.T. hevur biðið um viðmerkingar frá løgmálaráðharranum Peter Hummelgaard  og verjumálaráðharranum Troels Lund Poulsen.

-Eg eri samdur við útsøgnini frá mínum ráðið, um at øll stig sum vórðu mett at vera viðkomandi, vóru tikin fyri at endurreisa sms-boðini.

Eg skilji tað eisini sum, at tann hátturin, sum er lagdur fram í greinunum í dag, longu var kannaður tá, skrivar Peter Hummelgaard í skrivligum svari.

Troels Lund Poulsen vísir til síni fyrru skrivligu svar til Fólkatingið og leggur afturat:

- Sum eg skilji, at eg eri kallaður til ein átrokandi spurning á fólkatinginum, tí havi eg ikki fleiri viðmerkingar.

Mest lisið hesa vikuna

So nógv kosta tóm hús

2. oktober kl. 10:17

Royna av øllum alvi at fáa Smyril aftur í sigling um vikukiftið

Í gjár kl. 11:24

Nú taka 84 læknar undir við fríari fosturtøku í Føroyum

3. oktober kl. 11:10

Stóð við opnum munni og polyppum

4. oktober kl. 20:45

Sær út til at vera tilætlað svik

Í gjár kl. 17:40

Ferðsluóhapp í Suðuroy: Telefonin ringdi av sær sjálvari til løgregluna

3. oktober kl. 07:58