Ongi úrslit

Ferðsluóhapp í Suðuroy: Telefonin ringdi av sær sjálvari til løgregluna

Áki Bertholdsen
3. oktober 2025 kl. 07:58

Seinnapartin í gjár hendi eitt ferðsluóhapp á vegnum niðan til Hvalbiartunnilin, trongisvágsmegin.

Talan var um ein bil, sum kom koyrandi á veg inn ímóti tunlinum, tá ið bilførarin mátti seta ferðina niður fyri einum seyði.

Tað varnaðist bilførarin, sum koyrdi aftanfyri, ikki, og hann rendi beint upp í reyvina á bilinum frammanfyri.

Bilarnir, serliga tann aftari, fingu hampiligan stóran skaða, men eingin fólkaskaði stóðst av ferðsluóhappinum.

Løgreglan sigur, at annar bilførarin hevði eina nútímans snildfon, og tá ið hon varnaðist stoytin, ringdi hon á alarmsentralin – av sær sjálvari.

Soleiðis fekk løgreglan upplýst ta nágreiniligu knattstøðuna, har ið telefonin var stødd.

Men løgreglan sá eisini nummarið, og í hesum føri ringdu tey at vita, um nakað var á vási.

Bilførarin váttaði, at har var hent eitt ferðsluóhapp.

Løgreglan kom á staðið, eisini sjúkrabilur, men staðfestast kundi, at eingin fólkaskaði var.

Bilførarin, sum ikki helt frástøðuna, fær 1.500 krónur í bót og klipp í koyrikortið.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Dettur væntandi niður í nátt

Í gjár kl. 23:57

Ringar at skjóta niður

Í gjár kl. 20:30

STRIKA GJALDIĐ Á TÓM HÚS

9. mars kl. 19:42