Ongi úrslit

Royna av øllum alvi at fáa Smyril aftur í sigling um vikukiftið

Áki Bertholdsen
6. oktober 2025 kl. 13:24

Nú nærkast av álvara, til at Smyril kemur aftur.

Arbeiðið, sum er gjørt, er rættiliga víðfevnt, men Strandferðslan sigur, at nú er komið so mikið áleiðis, at tey royna av øllum alvi at leggja so til rættis, at hann kemur aftur í sigling um vikuskiftið.

Smyril legði at við skipasmiðjuna í Munkebo 25. august, og mánadagin 8. septembur fór hann í dokk.

Leygardagin var komið so langt, at sjógvur varð latin í dokkina, nakrar metrar upp, og so vórðu tær ymsu skipanirnar settar til og royndar.

Nú er Smyril so flotaður aftur, og royndirnar halda fram. Tað eru teir tríggir hjálpimotorarnir, síðuskrúvurnar, og alt tað elektriska, sum er gjørt í tí sambandi, sum skal roynast.

Í morgun sigur rakstrarleiðarin, at royndirnar hava gingið væl – bæði uppstartur og samankoyringar.

Í morgin vónar hann, at tað er klárt at royna skipanirnar undir sigling, og hetta tekur tveir dagar.

Rakstrarleiðarin sigur, at nær ið Smyril kemur aftur í sigling, veldst um, hvussu royndirnar ganga.

Hann leggur afturat, at tey gera alt, sum tey eru ment, fyri at Smyril er aftur í sigling um vikuskiftið – men júst hvønn dag, ber kortini enn ikki til at siga.

Mest lisið hesa vikuna

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

23. oktober kl. 12:08

Amerikanskur serfrøðingur: Trump skal keypa Føroyar leysar frá Danmark

25. oktober kl. 04:11

Viljormur hevði fleiri møguleikar at velja í

24. oktober kl. 13:30

I næstum fara fleiri hundrað bilar at missa nummarpláturnar

26. oktober kl. 16:36

Tikin í havnargøtum við rúsevnum uppi á sær

24. oktober kl. 09:59

Nú brestur hann á um eina løtu - tað verður ringast sunnan fyri

27. oktober kl. 14:38