Seinstu tvey árini skipaði Læknafelagið fyri eini spurnarkapping um fosturtøku lógina og tey siga, at úrslitið var, at 89 prosent av læknunum, ella 106 læknar, taka undir við fríari fosturtøku, og at tað er kvinnan einsamøll, sum skal taka avgerðina.
Tí eru teir eisini av teirri áskoðan, at galdandi lóg eigur at verða broytt, so at tað stendur til kvinnuna at gera av um hon vil hava fosturtøku innan ávíst tíðarmark.
Tey tóku eisini stig til samla undirskriftir ímillum føroyskar læknar. Og í samband við at málið um fría fosturtøku nú er tikið upp aftur, eru tey aftur farin at samla undirskriftit, og nú hava fleiri læknar skrivað undir, siga tey á Facebook hjá felagsskapinum, Fríum vali, ið virkar fyri fríari fosturtøku.
Sostatt eru tað nú 84 læknar, sum taka undir við rættinum hjá kvinnum at ráða yvir egnum kroppi, sum tey orða tað.
Teir læknar, sum hava tikið stig til at samla undirskriftar, eru Turið Jónleyg Rein, introlækni í Neurologi og Gerda Ferjá Heldarskarð, post intro lækni í Gynækologi og Obstetrik.
Tær siga, at innsavningin er enn opin, og læknar ið vilja skriva undir, hava framvegi høvi til tað.
– Atgongd til lógliga og trygga abort er heilsurøkt, og avgerðarrætturin skal liggja hjá kvinnuni, siga læknarnir. Teir kalla seg læknar fyri fríum vali og teir, sum hava skrivað undir, eru:
Gerda Ferjá Heldarskarð
Turið Jónleyg Rein
Andrea Vatnsdal
Rúni Haraldson
Bára Randrup Joensen
Turið Akraberg Poulsen
Ragnar Tausen
Stina av Kák Kollsker
Niclas Højgaard Eysturoy
Marin í Dali
Katrin Olsen
Katrina Clementsen
Amalia Danielsen
Turið Johannessen
Ronja Mikkelsen
Bára Óladóttir á Dunga
Dagmar Johannesen
Henný Haraldsen
Sebastian Dahl Wærnskjold
Marnar Fríðheim Kristiansen
Mia Heinesen
Dorrit Bech Joensen
Eyðbjørg Gaard
Rannveyg Friðriksdóttir
Jacobina Kristiansen
Lillian Danielsen
Sára Johannesen
Elin Holm
Guðrun Morrensen
Herborg Líggjasardóttir Johannesen
Ása Jacobsen
Guðrun Zachariasen
Jeaneth Løkjá
Fríða við Streym
Maria Winther Dalsgaard
Birna Skaalum Petersen
Anneke Højrup
Absalon Eysturoy
Rebekka Blak
Rúni Seloy
Turid Holm
Annika Olsen
Ragnfríð Kannuberg Tórolvsdóttir
Guðrun Holm Jacobsen
Billa Mouritsardóttir Foldbo
Malan Vitalis Joensen
Lív í Soylu
Elsa Splidt Jacobense
Jørgen Martin Meinhardsson
Fróði Vatnhamar Olsen
Bjørk K. Sofíudóttir
Katrin Rubek Nielsen
Tórhild Holm
Rannvá Kass Abrahamsen
Bartal Hestoy
Svanna Trygvadóttir
Rannvá Trygvadóttir
Ester Weihe Jacobsen
Barbara í Billustovu
Solfrid Jacobsen
Sára Rossetti
Konni Kass
Monika Biskopstø
Katrin Danielsen
Eilin Súsanna Hansen
Jórun Arge
Páll Mortensen
Aleth Lamhauge
Rannva Winther
Ása Didriksen Apol
Torkil á Steig
Sissal Sigmundsdóttir Djurhuus
Fróði Fríðason Jensen
Brynja Erlendsdóttir Dam
Guðný B. Akralíð
Amy Petersen
Hugin Reistrup
Malan Holm
Krista Jørmundsson
Magda Teresa Patursson
Guðrun Jóannesardóttir Henriksen
Barbara Eysturoy
Gunnhild Helmsdal
Randi Ziska Sørensen
Elisabeth Fridleifsdóttir Henriksen