Sum vit hava skrivað fyrr í dag, viðger løgtingið eitt uppskot um at geva kommunum heimild at seta vakmyndatól upp í miðbýnum
Tað er eitt ár síðani, at Løgtingið samtykti at heita á landsstýrismannin um at fáa hetta í lag. Men tá ið einki er hent upp á eitt ár, hevur Sambandsflokkurin lagt uppskotið fram aftur.
Men Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, leggur dent á, at hetta er ikki tí at hann ikki arbeiðir við málinum, tí tað ger hann.
Hann staðfestir, at tað er løgtingsins vilji, at vakmyndatól skulu setast upp á ávísum støðum og hann virðir løgtingsins vilja.
Men hann leggur afturat, at veruleikin er, at tey hava ikki havt stundir til at hetta arbeiði liðugt. Tað er tí, at starvsfólkaorkan er avmarkað, umframt at tey hava havt nógv stórmál at avgreiða.
Tað er orsøkin til, at uppskotið ikki er lagt fyri Løgtingið enn. Men hann sigur, at endamálið er at leggja tað fyri Løgtingið í heyst.
Hann heldur, at ein máti er at bjóða øllum flokkum á fund at tosa um, hvussu eitt slíkt uppskot eigur at verða orðað og so verður tað gjørt liðugt í Landsstýrinum.
Ein annar máti er, at hetta uppskotið frá Sambandsflokkinum verður lagað til og broytt, áðrenn tað verður endaliga samtykt.
Hann vísir eisini á, at hetta er eitt arbeiði, sum tekur tíð at gera, tí hetta er eitt stórt inntriv í persónliga frælsið hjá fólki at tey verða tikin upp á vakmyndatól.
Tí skal ein lóg vakmyndatól verða væl gjøgnumhugsað, hon skal vera greið, og hon skal vera nágreinilig, og har heldur landsstýrismaðurin, at uppskotið hjá Sambandsflokkinum hevur nakrar veikleikar,.
Eitt nú skal nágreinast heilt ítøkiliga hvar vakmyndadól kunnu verða sett upp. Tað hevur stóran týdning, tí annars stúrir hann fyri, at vakmyndatól fara, sum frálíður, at breiða seg út allastaðni.
Støða skal eisini takast til, hvør skal geva loyvi til at seta tey upp. Skal tað vera kommunan, sum setir tey upp í samráð við løgregluna, ella skal tað vera løgreglan, sum hevur ta fakligu vitanina, sum setur tey upp í samráð við kommununa.
Reglur skulu eisini gerast fyri, nær tey kunnu verða tendrað og nær tey skulu sløkkjast aftur. Reglur skulu somuleiðis gerast fyri, hvussu leingi upptøkurnar kunnu goymast, áðrenn tær verða slettaðar aftur. Og harafturat skulu reglur gerast fyri, nær upptøkurnar kunnu brúkast, hvør skal sleppa at hyggja at myndunum, og um tað kanska skal vera ein dómari, sum skal geva loyvi til tað í hvørjum einstøkum føri.
Annars sigur hann, at royndir vísa, at vakmyndatól forða ikki fyri harðskapi og herverki, og øðrum brotsverkum, sum eru framd í sinnismuni.
Hinvegin førir løgreglan fram, at tað kann hjálpa teimum at uppklára brotsverk.
Í sambandi við kjakið um vakmyndatól, hevur løgreglan upplýst, at tað eina árið høvdu tey 106 harðskapsmál í náttarlívinum í Havn, og fýra av teimum vórðu ikki uppklárað.
Har var talan um eitt harðskap, sum var á Skálatrøð, eitt var í Djóna í Geilsgøtu eitt var á Karlamagnusarbreyt og eitt var í Tórsgøtu.
– Tað verður ikki á hesum støðum, at vakmyndatól verða sett upp - uttan kanska í Tórsgøtu, sigur landsstýrismaðurin.
Hóast hann hevur hesa støðuna, frábiðjur hann sær at verða lagdur undir at verja brotsfólk. Men hann endurtekur, at tað er eitt grundleggjandi, prinsipielt mál at seta vakmyndatól upp á almennum plássum og tí skal tað viðgerast nágreiniliga.