Ongi úrslit

Seinasti dagur á Arktisk Festival

Keyp eitt listaverk ella eina góða bók við heim

Jóhanna Højgaard
2. november kl. 12:00

Heldur tú Arktis vera áhugavert, so er at fara á Arktisk Festival í Keypmanna hetta vikuskiftið.

Har eru tiltøk fyri allar aldursbólkar, og sjóneykan verður sett á mentanarskifti og mentanarfatan. Heilsa upp á listafólk og felagsskapir, sum á ymiskan hátt fáast við Arktis í sínum arbeiði. Keyp eitt listaverk ella eina góða bók við heim. Ella fáa ein smakk av Arktis.

Hetta er bert eitt brot av tí, sum fyrireikararnir borðreiða við á síni heimasíðu. 

Ert tú staddur ella stødd í Keypmannahavn, er hetta eitt ógvuliga áhugavert tiltak at nýta restina av degnum í dag uppá.

Festivalurin byrjaði í gjár og heldur fram til seinnapartiní dag klokkan 17.00 danska tíð.

Føroysku luttakararnir eru :

AHArt.dk  v/Annfríð Nejst Hansen 

Anja Finsdóttir 

Fair Isles Distillery 

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

15 tímar síðan

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

20 tímar síðan

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03