Listakvinnan og íverksetarin Annfríð Nejst Hansen av Toftum, er boðin við til Arktisk Festival á Nordatlantens Brygge í Keypmannahavn hettar vikuskiftið.
Annfríð hevur búð í Danmark í 23 ár, í Keypmannahavn, har hon starvast sum koordinator.
Hon arbeiðir mest við vatnlitum í løtuni og fær íblástur frá náttúruni, skiftandi árstíðum og stillum løtum í gerandisdegnum.
Harumframt roynir hon at sameina nærveru, tað sansaliga og estetikk í sínum verkum.
Annfrid hevur málað í nógv ár og hevur nýliga byrjað AHArt.dk, har ið verkini eru savnaði.
Arktisk Festival byrjar leygardagin 1. november og heldur fram sunnudagin 2. november. Báðir dagarnir frá klokkan 10.00 til 17.30
Føroya Umboðan liggur á 4. hædd.
Myndir: Úrval av listini hjá Annfríð.